6. november 2009
Í sambandi við okkara navnaskiftið, hava vit ment eitt spildurnýtt handilskonsept, ið vit kalla Fast. Hetta handilskonseptið verður gjøgnumført í Gundadali og Skálabotni. Aðrar koma seinni. Handlarnir í Gundadali og Skálabotni eru høvuðsumvaldir við nýggjum innbúgvi v.m.
Fast er eitt skundvørukonsept, ið byggir á, at tú sum kundi skal fáa eina góða og skjóta avgreiðslu frá okkara starvsfólkum í nýggjum og spennandi umhvørvi.
Fast í Gundadali lat upp í morgun 6. november kl. 9.00, meðan Fast í Skálabotni letur upp síðst í november. Øll starvsfólkini í Fast hava verið á einum sergjørdum skeiðið í kundatænastu júst til Fast. Vit fara at tilmæla, at tú roynir handilin - tú fert ikki at angra tað...