6. nov. 2009
Oljufelagið Statoil Føroyar er farið í søguna, og avloysarin eitur Effo. Nýggju eigararnir eru føroyskir, og felagið hevur sett út í kortið við nýggjum ætlanum fyri fyritøkuna. Navn og samleiki eru nýggj, og – týdningarmest av øllum – tænastan til kundarnar gerst betri
- Hetta er meira enn ein navnabroyting. Hetta er ein nýggj byrjan í einum nýggjum, føroyskum felagi.
Soleiðis sigur Niels Juel Nattestad, stjóri í Effo, nú oljufelagið Statoil Føroyar er farið í søguna, og Effo kemur í staðin. Navnið Effo er sprottið úr “Føroya Orkufelag” og myndar samstundis eisini altjóða styttingina fyri Føroyar, FO, stavað Effo.
Betri tænasta
Hetta, at ein av týðandi føroysku fyritøkunum við nógvum og tøttum sambandi við kundarnar, nú fer undir eina nýggja byrjan, merkir fyrst og fremst, at kundarnir skulu hava eina betri tænastu.
Tí verður arbeitt fram ímóti einum fullfíggjaðum 24/7-konsepti, har Effo-kundar eisini kunna fáa samband við tænastufólk alt samdøgrið alla vikuna alt árið.
Her er eitt yvirlit yvir, hvussu tænastan frá Effo er og í næstum verður betrað:
-
Føroysk og altjóða skip kunnu bunkra alt samdøgrið í Fuglafirði við best útgjørda oljuterminal í Norðuratlantshavi
-
Dagførdar bensinsølustøðir, har tvær lata upp av nýggjum – Gundadalur í dag og Skálabotnur um fáar dagar. Aðrar eru ávegis
-
Automatir til gjaldskort á øllum bensinsølustøðum, ið eru virknar alt samdøgrið
-
Samband við tænastufólk alt samdøgrið alla vikuna alt árið.
Orkufelag og nýggj ætlan
Nýggja føroyska felagið hevur sett út í kortið við nýggjari ætlan fyri fyritøkuna. Hon skal m.a. tryggja, at fokus liggur á orku í breiðari og - ikki minst - burðardyggari merking.
- Nýggju eigararnir hava gjørt langtíðaríløgu í fyritøkuna, ið sær seg sum eitt orkufelag. Orkuveiting – ikki bert oljuveiting – er okkara virkisøki, sigur Klaus Rasmussen, nevndarformaður í Effo.
Hann leggur afturat, at øll sjálvandi vita, at CO2-útlát og komandi altjóða veðurlagsráðstevna í Keypmannahavn, eru ovast á altjóða dagsskránna.
- Okkara fyritøka fylgir væl við gongdini, og vit eru til reiðar at umstilla okkum so hvørt, umstøðurnar, tøknin og virkismøguleikarnir leggja upp til tað.
Altjóða vakstrarmøguleikar
Stórir internationalir vakstarmøguleikar eru við nýgga oljuterminalinum í Fuglafirði. Tann vaksandi skipaferðslan í Norðuratlantshavinum ger, at terminalurin kann gerast ein týðandi partur av Føroyum sum tilfeingismiðdepil. Sum er hava vit eitt gott samstarv við mynduleikarnar og er hetta eisini neyðugt fyri at ætlanin skal eydnast til fulnar.
- Møguleikar eru at bunkra altjóða skip á føroyskum sjóøki frá minni tangabátum, sum sigla út av Fuglafirði. Umráðandi er at hetta verður gjørt undir skipaðum umstøðum og við atliti til trygd og umhvørvi. Tí er neyðugt at hóskandi krøv verða sett, sigur Klaus Rasmussen.
Starvsfólk fegnast
Í dag arbeiða uml. 200 fólk undir Effo-merkinum. Starvsfólkini hava verið við í samleikabroytingini, og sum heild eru tey glað fyri nýggja samleikan og hetta, at felagið nú er føroyskt burturav.
- Okkara fólk koma dagliga út í hvønn krók í landinum, og tey eru okkara bestu ambassadørar. Tí hevur tað stóran týdning, at starvsfólk í Effo trívast og eru nøgd við arbeiðsumstøðurnar, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri.
Alt hevur broytt útsjónd
Frá í dag broytir alt útsjónd, sum hevur við Effo at gera.
Búmerki, litir, snið v.m. eru nýggj, og tað fer at síggjast aftur hjá starvsfólkum, á bygningum, bilum og annars øllum tilfari frá Effo.
- Vónandi taka fólk væl móti endurnýggjaða felagnum og tænastuni, sum nú gerst enn betri, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri í Effo.
Pf. Effo
Óðinshædd
Tórshavn
Kontaktupplýsingar:
Fleiri upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá Niels Juel Nattestad á tel. 343500 og á telduposti njn@effo.fo.