20. nov. 2009
20. november 2009 lat ein av okkara nýggju Fast-handlum upp í Skálabotni. Hetta var í sambandi við at vit hava ment okkara egna spildurnýggja handilskonsept, ið vit kallað Fast. Móttøka var hendan dagin millum kl. 15 og 17, har Rás2 sendið beinleiðis frá móttøkuni.
Við tíðini, øktum virksemi og nýggjum krøvum frá brúkarunum, hevur Effo valt at býta virksemi í tvey – orku og handilsvørur. Fast er sostatt nýggja handilskonseptið, sum verður bjóða kundum okkara.
Við nýggjum sniði, sergjørdum innbúgvi, tillagaðum vøruúrvali og spennandi upplivingum, fært tú tað størsta og besta úrvalið av skundvørum frá Fast. Hartil fært tú eina skjóta og góða tænastu frá fyrikomandi og smílandi starvsfólkum.
Ætlan okkara við Fast er stór og krevjandi: Svarið til spurningin um, hvat er besta handilskonseptið í landinum, skal altíð vera: FAST! Fyri at røkka hesum málið, hava vit gjørt greiðar mannagongdir til øll okkara starvsfólk á Fast.
Fast handilskonseptið er nú gjøgnumført í Gundadali og Skálabotni, har báðir handlarnir eru høvuðsumvaldir við nýggja innbúgvinum. Hinir Fast-handlarnir eru í Klaksvík, Saltangará og Kollafirði, og verða umvaldir seinni. Fast er sostatt at finna á hesum plássum:
- Gundadalur
- Klaksvík
- Saltangará
- Skálafjørður
- Kollafjørður
Allir hesir Fast-handlarnir hava somu góðu tilboð og tænastu at bjóða. Umframt hesar koma aðrir Fast-handlar seinni á øðrum plássum.