28. juli 2010
Effo veitir brennievni til Microsoft-stovnaran
Marglætisskipið »Octopus« hjá Paul Allen, sum stovnaði teldurisan Microsoft saman við Bill Gates, kom á Havnina í gjárskvøldið.

Talan er um eitt sera stórt skip, 126 metrar lang - á leið sama stødd sum Smyril. Octopus er í løtuni níggjuna størsta superjakt, og tað er Paul Allen, viðstovnari av Microsoft, sum eigur skipið, sum varð bygt í 2003.  Octopus er triðstørsta privata superjakt og tá hon varð bygd, varð hildið, at hon var tann størsta.

Talan er um eitt rættiligt marglætisskip, sum m.a. hevur tvær tyrlur, svimjihyl og tveir kavbátar, har annar er fjarstýrdur.

Paul Allen, sum stovanði Microsoft fyritøkuna saman við Bill Gates, er ikki við umborð.  Skipið er komið úr Noreg og er á veg til Íslands. Kaj Leo Johannesen og Johan Dahl hava verið umborð á skipinum í morgun og teir siga báðir, at hetta uttan iva er tað snøggasta skipið, teir hava verið umborð á.

Microsoft-stovnarin hevur biðið Effo um at veita brennievni til skipið og ein av okkara tangabilum hevur fyri løtu síðani avgreitt hesa uppgávu til fulnar.