Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Spariráð

1. Havið hitan í øllum rúmum standandi á uml. 21 stigum.

21 stig er passaliga heitt fyri fólk flest.

Fyri hvørt stig hitin fer upp um 21 stig, økist orkunýtslan 5 %.

Mest fæst burturúr hitaskipanini, um hon arbeiðir javnt.

 

2. Havið termostat á radiatorum og allar radiatorar í sama rúmi standandi á sama stigi.

So arbeiðir hitaskipanin javnt, og komfortin verður betri.

     

3. Lækkið hitan 2-3 stig um náttina og tá fólk ikki eru í húsinum.

Óneyðugt er at hava hitan á 21 stigum, tá ið fólk sova ella eru úti í longri tíð. Tú sparir uml. 10 % av orkunýtsluni til upphiting við at lækka hitan um náttina.

     

4. Leggið ikki klæðir til turkingar á radiatorunum.

Hitabreiðslan frá radiatorum verður órógvað, um teir eru dekkaðir av klæðum ella líknandi.

Harafturat kann tað geva trupulleikar við slevju, at turka klæði á  radiatorum í búrúmum.

     

5. Setið ikki innbúgv frammanfyri radiatorarnar.

Hitabreiðslan frá radiatorum verður órógvað, um teir eru dekkaðir

     

6. Tá luftast skal út nýtist bert at hava vindeyguni opin stutta tíð.

Lufta út við gjøgnumtrekki í 5-10 min, 2-3 ferðir dagliga

Skrúva radiatorarnar fyri tá ið luftað verður út.

 

7. Er gólvhiti og radiatorur í sama rúmi, havið so meira hita á radiatorinum.

Radiatorurin er skjótari at regulera

 

8. Havið ikki tað heita vatnið ov heitt, 50 stig er nokk.

Kostnaðarmikið er at hita vatnið heitari enn neyðugt er.

Tó skal tryggjast at vandi ikki er fyri legionella bakteriuvøkstri í vatninum.

 

9. Nýt ikki heitt vatn, har tað ikki er fyri neyðini.

Nýt fat ella propp, og vaska ikki upp undir rennandi heitum vatni

 

10. Far undir brúsuna, heldur enn í bað.

Eitt brúsubað á fimm minuttir brúkar o.u. 45 litrar av vatni

Eitt karbað brúkar o.u 125 l av vatni.

 

11. Ofta er nokk, at sirkulatiónspumpan á ketlinum stendur á fyrsta stigi.

At hava pumpuna á ov høgum stigi, er dýrari í streymi, og gevur eisini størri hitatap í rørskipanini, tí at vatnið verður pumpað runt óneyðugt.

 

12. Havið regluligt eftirlit av ketli og oljufýring.

Regluligt eftirlit, reinsing og innstilling er við til at tryggja, at skipanin altíð koyrir á skynsamasta hátt.