Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Vælkomin til Fast

Við tíðini, øktum virksemi og nýggjum krøvum frá brúkarunum, hevur Effo valt at býta virksemi í tvey – orku og handilsvørur. Fast er sostatt okkara nýggja handilskonsept, sum vit bjóða kundum okkara - at byrja við á útvaldum tænastustøðum hjá Effo.

Við nýggjum sniði, sergjørdum innbúgvi, tillagaðum vøruúrvali og spennandi upplivingum, fært tú tað størsta og besta úrvalið av skundvørum frá Fast. Hartil fært tú eina skjóta og góða tænastu frá fyrikomandi og smílandi starvsfólkum. Ætlan okkara við Fast er stór og krevjandi: Svarið til spurningin um, hvat er besta handilskonseptið í landinum, skal altíð vera: FAST!

Fyri at røkka hesum málið, hava vit gjørt greiðar mannagongdir til øll okkara starvsfólk á Fast. Fast handilskonseptið er gjøgnumført í flestum handlum okkara, sum eru høvuðsumvaldir við nýggjum innbúgvi.

Fast er at finna á hesum plássum:

• Gundadali
• Argjum
• Klaksvík
• Saltangará
• Skálabotni
• Kollafirði

• Vági

Allir Fast handlarnir hava somu góðu tilboð og tænastu at bjóða. Umframt hesar koma aðrir Fast-handlar seinni á øðrum plássum. 

Vælkomin í Fast til eina betri uppliving...