Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

HTU: Heilsa, trygd og umhvørvi

Effo leggur stóran dent á heilsu, trygd og umhvørvi. Ein ætlan er gjørd, sum í stuttum lýsir málini innan heilsu, trygd og umhvørvi (HTU) og er hon at finna á øllum arbeiðsplássum.

Hesi virði eru partar av øllum okkara virksemi, og vit seta okkum høg mál á hesum økjum.

 

  • - Vit stimbra góðan atburð og góðan sið
  • - Vit ásanna, at óhapp og vanlukkur kunnu umgangast
  • - Vit arbeiða fyri heilsugóðum og tryggum arbeiðsplássi
  • - Vit arbeiða fyri at verja okkara umhvørvi
  • - Vit arbeiða fyri at gerast betri at skilja og loysa vandastøður
  • - Vit velja veitarar eftir dugnasemi og ágrýtni innan HTU
  • - Vit fylgja ásetingunum frá myndugleikunum
  • - Vit endurskoða áhaldandi okkara HTU støðu
  •  

Tað er ábyrgdin hjá leiðsluni og skylda hjá leiðslu og starvs­fólkum at fylgja hesum reglum.