Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Effo er komið heim

Drúgvar royndir frá undanfarnum feløgum og undangongumonnum eru í dag ein av grundarsteinunum hjá føroyska orkufelagnum Effo.

 

Trappubrøðurnir í Tórshavn byrjaðu innflutning og oljusølu fyrst í farnu øld. Tá kom oljan til landið í trætunnum, og goymsla var í Kollafirði. Ein av brøðrunum, Harald Haraldsen, gjørdist í 1918 umboð fyri Det Danske Petrolium A/S - DDPA.

 

Fyrstu oljutangarnir komu í høvuðsstaðnum í 1935, tá Valdemar Lutzen umboðaði DDPA. Seinni gjørdust goymslurnar fleiri. Esmar Fuglø legði í 1949 Føroysk Oljusøla saman við DDPA, sum tá var blivin partur av oljufelagnum Esso.

 

Stóra menningin av samfelagnum í og eftir 1950-árini merkti, at oljufelagið vaks, og fleiri tænastur løgdust afturat. T.d. hevði felagið oljuskip og fleiri bensinstøðir. Esso í Føroyum gjørdist til STATOIL í 1987, og í 1998 bleiv Føroya Oljufelag partur av Statoil.

 

Á heysti 2007 taka nakrir føroyskir partaeigarar seg saman í eitt felag, og keypa føroyska partin burturúr norska Statoil. Í hesum sambandi skiftir felagið navn til Effo, har felagið vil markerað seg sum eitt føroyskt orkufelag - Føroya Orkufelag. Navnið Effo er tí ein styttingin av Føroya Orkufelag og bókstavunum FO. FO eru eisini altjóða bókstavirnir fyri Føroyar.

 

Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum umframt, at felagið eisini veitir føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. Virkir, stovnar, flogfør og húsarhald teljast millum kundabólkarnar hjá okkum, sum fáa oljuúrdráttir og aðrar tilhoyrandi tænastur frá felagnum. Felagið eigur stóra terminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra.

 

Í dag arbeiða uml. 200 starvsfólk undir Effo-merkinum.