Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Tangabilførari til Effo

Effo sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum persóni til bilførara á einum av okkara tangabilum til koyring í Vágum og meginøkinum.

 

Starvið
Starvið er at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi og annars at seta kundans tørv í fyrstu røð.

 

Arbeiðið umfatar:
・     Í fyrsta lagi koyring í Vágum og meginøkinum
・     Í øðrum lagi annað arbeiðið í samband við oljuúrdráttir

 

Tínir førleikar
Tú ert førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, at fylgja avtalaðum mannagongdum og hevur fulla fatan fyri okkara trygdarskipanum. Tú ert fleksibul og klárur at taka ímóti avbjóðingunum, tá kundin og Effo ynskja tað. Tað er ein treyt, at tú hevur tað stóra koyrikortið, og at tú hevur royndir at koyra stórar bilar.

 

Vit bjóða
Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum umhvørvi.  Tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Effo í meginøkinum.

 

Vit bjóða mánaðarløn samb. galdandi sáttmála, harundir eisini eftirløn. Ert tú rætti persónurin, fært tú neyðuga upplæring.  

 

Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir skal vera okkum í hendi seinast 18. juni 2018.

 

Umsóknin skal sendast til:

 

P/f Effo
Postboks 3098
110 Tórshavn
Frámerki:  “Tangabilførari”

ella sum teldupost til hr@effo.fo

 

Miðja verður eftir at seta starvið í juni mánaði.

 

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Eyðfinn Sigurstein, goymsluleiðara á tlf. 214266.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.