Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22
Stuðul og samstarv

 

Effo ynskir at stuðla og samstarva við einstaklingar, feløg og bólkar, sum vit meta hóska til okkara strategisku marknaðarføringsætlan. Høvuðshugsanin handan okkara stuðulsspolitikk er, at hon er í samsvar við ta marknaðarføringsætlan, sum vit hava lagt fyri komandi tíðarskeið. Somuleiðis er okkara hugsan, at ein og hvør sponsoravtala skal koma báðum pørtum til góðar.

Fyri at grundarlagið hjá okkum at viðgera innkomnu umsóknirnar skal verða so gott og rættvíst sum gjørligt, hava vit gjørt av, at vit bert viðgera skrivligar umsóknir, har endamálið við tiltakinum og/ella stuðlinum er greinað og har tað greitt kemur fram, á hvønn hátt sponsoratið ella stuðulin kann tæna Effo.

Skrivið umsóknina niðanfyri. Tess fleiri upplýsingar eru við, tess betri grundarlag hava vit at taka støðu út frá. Tit eru eisini vælkomin at senda umsóknina sum teldupost til: umsokn@effo.fo

Umsóknir verða viðgjørdar 3 hvørja viku og umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn tvær vikur frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.

Umsóknarskjal

Fornavn 
Eftirnavn 
Felag 
Bústaður 
Postnummar 
Bygd/Býur 
Telefon 
Teldupostur 
Kontaktpersónur 
Lýsing av umsøkjara 
Lýsing av verkætlanini 
Fyrimunir fyri Effo