Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Olja til upphiting av húsum er bíligari í Føroyum

Hoyringssvar frá Effo oktober 2015.pdf

 

 

Tíðindaskriv 17. juni 2016

 

Føroyingar fáa bíligari olju til at hita hús síni við enn húsarhald í Danmark fáa. Tað staðfestir Kappingarráðið í nýggjari frágreiðing, og hetta hevur størstan týdning fyri føroyskar brúkarar, tí gassoljan stendur fyri 80 prosentum av allari oljunýtsluni

 

Gassolja, ið m.a. verður brúkt til upphiting av húsum og sum brennievni til skip, er bíligari í Føroyum enn í Danmark. Harvið spara føroysk húsarhald útreiðslur til olju, og tað hevur stóran týdning, tí gassolja stendur fyri 80 prosentum av samlaðu oljunýtsluni í Føroyum.

 

Prísmunur hevur verið í mong ár, og bíliga gassoljan vísir, at føroyski oljumarknaðurin virkar væl og er kappingarførur, og tað hevur størstan týdning fyri føroyska brúkaran.

 

Hetta er eisini greið ábending um, at støðan á oljumarknaðinum ikki er versnað, so sum Kappingareftirlitið skrivar í frágreiðing um føroyska oljumarknaðin, ið eftirlitið almannakunnger í dag.

 

 

 

Strikumyndin vísir søguligu støðuna, har ið føroyski gass-oljuprísurin er lægri enn tann danski.

 

 

Misvísandi frágreiðing
Effo virðir fult út, at Kappingareftirlitið kannar marknaðin, men staðfestast má, at frágreiðingin sum heild er misvísandi. Orsøkin er m.a., at eftirlitið ger samanberingar við skeivum fortreytum og uttan, at datagrundarlagið er rætt.

 

Eftirlitið samanber t.d. ymisk produkt, ymiskar og ymiskt uppgjørdar og innsamlaðar prísir og so framvegis. Hetta gevur misvísandi samanberingar og niðurstøður.


Sambært serfrøðingi, sum Effo hevur vent sær til, er sera umráðandi, at marknaðir eru sambæriligir, um sonevnda Best Practise-hugtakið, ið eftirlitið brúkar, skal geva nakra meining.

 

Kappingareftirlitið heldur seg ikki til hesa fortreyt og samanber lítla føroyska marknaðurin við heilt øðrvísi og nógv størri marknaðir. Samanborið verður enntá við ES-marknaðin við 500 milliónum brúkarum.

 

Hesin arbeiðsháttur er sera ivasamur, og tí gevur frágreiðingin eina misvísandi mynd av føroyska oljumarknaðinum.

 

 

Tekur eingi fyrivarni

Tá kappingarmyndugleikar í øðrum londum gera kanningar og frágreiðingar av líknandi slagi, er vanligt at taka fyrivarni fyri samanberingum, datagrundarlagi, arbeiðshátti o.l.

 

Dømi um hetta er ein frágreiðing hjá norska kappingareftirlitinum frá 2014, sum samanber eitt einstakt oljuslag millum tvey lond, Noreg og Svøríki. Í teirri frágreiðingini verða nógv fyrivarni tikin.

 

Kappingareftirlitið í Føroyum ger hinvegin samanberingar millum hópin av londum og oljusløgum men tekur eingi fyrivarni. Hetta ger føroysku frágreiðingina veika og í ringasta føri beinleiðis villeiðandi.

 

 

Yvirlit yvir viðmerkingar hjá Effo

Effo hevur viðmerkt útvaldar tættir í frágreiðingini hjá Kappingareftirlitinum, og viðmerkingarnar eru at finna her:  Hoyringssvar frá Effo oktober 2015.pdf

 

Her eru høvuðsviðmerkingar hjá Effo í stuttum formi:

  • - Lítil meining er í at samanbera Føroyar við stóra ES-marknaðin og hópin av norðurlondum við tað, at fyritreytin um sambæriligheit ikki er til staðar.

  •  

     

    - Frágreiðingin manglar lýsingar av skeivleikum í innheintaðu søluprísunum, herundir meting um, hvat skeivleikarnir merkja fyri samanberingarnar.
  •  

     

    - Frágreiðingin manglar eina meting av orsøkum til møguligar prísmunir.
  •  

     

    - Tað er rætt, at asymmetri er millum søluprísir í Føroyum og dagligu altjóða prísásetingina, Platts, men tað er skeivt, at príshækkingar henda skjótari enn príslækkingar.
  •  

     

    - ES-nevndin ger vart við, at søluprísirnir í teimum ymsu londunum av nógvum ymsum orsøkum ikki eru sambæriligir.
  •  

     

    - Søluprísirnir í ymsu londunum í samanberingunum hjá Kappingareftirlitinum eru – umframt brutto- og nettoprísir – uppgjørdir á sera ymiskan hátt, sum ger, at søluprísirnir ikki á nakran hátt eru sambæriligir.
  •  

     

    - Pástandurin um meirkostnað fyri føroyska samfelagið – í mun til Norðanlond undir einum og ES undir einum – er skeivur, tí nýttu søluprísirnir eru ikki sambæriligir og avsláttir ikki innroknaðir.
  •  

     

    - Um samsvarandi samanbering hevði verið gjørd millum Føroyar og Danmark og millum Føroyar og Norra – við støði í tølunum og útrokningarháttinum hjá Kappingareftirlitinum – so hevði hon víst ein minnikostnað fyri føroyska samfelagið uppá ávikavist 22 mió.kr. og 42 mió.kr. árliga árini 2004-2014.

     

  • - Tølini, sum Kappingareftirlitið brúkar til samanbering av, hvussu føroysku feløgini klára seg í mun til útlendsku feløgini, eru lutvíst skeiv og lutvíst ikki sambærilig.

 

 

Fleiri upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá Niels Juel Nattestad, stjóra í Effo,

á tel. 34 35 03 ella 21 60 78.