Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Ofta settir spurningar

Effo-viðskiftakortið er eitt kredittkort, sum tú kanst nýta til alt tað, tú hevur brúk fyri, tá tú keypir frá okkum - tað veri seg brennievni, bilvask, bilvørur ella handilsvørur.

 


1. Hvar kann eg bíleggja Effo-viðskiftakort ?
Tú kanst bíleggja Effo-viðskiftakort beinleiðis á heimasíðu okkara trýst her. Effo-viðskiftakortið er ókeypis at bíleggja.

2. Hvar kann eg brúka mítt Effo-viðskiftakort ?
Effo-viðskiftakortið kann brúkast sum kredittkort á øllum sølustøðum hjá Effo,
í øllum Effo-sjálvtøkum og í øllum Fast handlum kring landið.

3. Hvussu brúki eg mítt Effo-viðskiftakort ?
At Effo-kortinum er knýtt eitt loynital, sum tú fært sendandi við postinum, áðrenn tú fært sjálvt kortið. Tað er umráðandi, at tú hevur kortið við tær og brúkar loynitalið, tá tú skalt gjalda við kortinum inni í handlinum ella við sjálvtøkuna. Á nøkrum sølustøðum er neyðugt at vátta við undirskrift. Viðskiftakortið er persónligt og má bert brúkast av tí, sum eigur kortið.

4. Kann eg fáa fleiri kort til somu konto ?
Tað kunnu knýtast fleiri viðskiftakort til hvørja viðskiftakonto, men við egnum kortnummari og loynitali. Hetta er serliga ætlað virkjum, sum t.d. hava fleiri akfør og ynskja yvirlit yvir, hvat hvør brúkar.

5. Hvat kann eg keypa við kortinum ?
Tað eru fleiri ymiskir kortbólkar at velja ímillum, alt eftir tínum tørvi. Tú kanst t.d. velja, um kortið bert skal nýtast til bensin, diesel, bilvask, bilvørur, handilsvørur ella eina samanseting av hesum vørubólkunum.
Tú velur kortbólkin, tá tú bíleggur kortið, og á kortinum sært tú, hvørjum kortbólki, títt kort er í. Tað ber bert til at keypa tær vørur við kortinum, sum eru í kortbólkinum.

6. Hvussu skal eg gjalda ?
Keyp við kortinum verður avroknað einaferð um mánaðin, og rokning verður send tær fyrst í mánaðinum eftir. Um eingin onnur avtala er gjørd, skal Effo-kortið vera tilmeldað sjálvvirkandi gjaldskipanina hjá tínum peningastovni.
Sí aðrar treytir her.

7. Hvussu brúki eg sjálvtøkuna ?
Við sjálvtøku okkara ber til at keypa brennievni alt samdøgrið á øllum okkara Effo-sølustøðum kring landið. Tað er lætt og skjótt at gjalda við kortinum í sjálvtøkuni.

8. Eg havi gloymt loynitalið. Hvat geri eg ?
Hevur tú gloymt loynitalið, kanst tú boða okkum frá heimasíðu okkara ella við at ringja til okkum á tel. 34 35 00.

9. Mítt Effo-viðskiftakort er burtur. Hvat geri eg ?
Um kortið er burtur, skal kortið sperrast beinanvegin. Tí er neyðugt, at tú boðar okkum frá skjótast tilber. Tú hevur møguleika at sperra kortið hjá tær við at ringja til okkara á tel. 34 35 00 millum kl. 8.00 og 16.00 ella beinleiðis á heimasíðu okkara.

Av trygdarávum ber ikki til at lata upp eitt sperrað kort, sum hevur verið burturmist og er komið afturíaftur. Ístaðin gera vit tær eitt nýtt kort, sum verður sent tær so skjótt sum gjørligt.

10. Skal eg boða frá, um eg flyti bústað ?
Um tú hevur flutt bústað, er neyðugt at tú boðar okkum frá skjótast tilber. Tað kanst tú gera við at ringja til okkara á tel. 34 35 00 millum kl. 8.00 og 16.00 ella beinleiðis á heimasíðu okkara.