Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Galdandi viðskiftatreytir fyri Effo-kort

Vinarliga gev gætur fylgjandi viðskiftatreytir, ið eru galdandi fyri Effo-kort:

 

• Kortið gevur rætt til kreditkeyp í øllum Fast-handlum og sølustøðum okkara kring landið.

 

• Effo ásetur kredittupphæddina. Um einki annað er avtalað, gevur viðskiftakortið tær rætt til kreditt-keyp upp til kr. 5.000. Er tørvur á størri upphædd, t.d. til virkir, vinarliga setið tykkum ísamband við okkum.

 

• Keyp uppá kortið verður avroknað fyri hvønn mánað, og rokning verður send fyrst í mánaðinum eftir.

 

• Gjaldstreytirnar eru verandi mánaði + 15 dagar, hereftir verður 1,5% renta roknað um mánaðin.

 

• Kortið er persónligt, og er misnýtsla av kortinum fyri egna ábyrgd.