Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Effo er rætta valið til bunkring

Er talan um bunkring á sjógvi ella landi, so er Effo rætta valið, tá tað snýr seg um:

 

    - Bunkring við tangabili
    - Bunkring frá egnum goymslum kring Føroyar
    - Bunkring á sjónum

 

Sum royndir oljuveitarar tryggja vit øllum skipum skjóta og góða tænastu. Royndirnar vísa, at tað er umráðandi, at veitingin fer fram skjótt, og at umhvørvið og trygdin fáa hægstu raðfesting.

 

Við drúgvum royndum lata vit brennievni í flest øllum havnum. Effo hevur avgreiðslur runt um í Føroyum. Við tangabilum koyra vit oljuna har, tað hóvar tykkum best. Eisini kunnu vit lata olju beinleiðis frá egnum goymslum.

 

Vit avgreiða allar oljuveitingar til skip, uttanlands og á sjónum. Í góðum samstarvi við veitarar kring knøttin tryggja vit bestu tænastu til kappingarførar prísir.

 

 

Samband / Fyrispurningar
Telefon: 343500

Teldupostur: sales@effo.fo

 

 

Sverri Steintún

Søluleiðari

sst@effo.fo

+298 343507

+298 210510

 

 

Signar Johannesen

Sølumaður

sjo@effo.fo

+298 343508

+298 211133