Search by

Olja

Vilt tú sleppa undan oljubíleggingum? Kundu tú hugsað tær eina gjaldsavtalu? Finn tænastuna, sum passar best til tín.

Bílegg eftir tørvi

Tú kanst altíð bíleggja olju frá okkum eftir egnum tørvi. Tú kanst bíleggja nær á døgninum tað passar tær við at velja teigin BÍLEGG/OLJUÁFYLLING ovast á síðuni, ella trýsta á leinkjuna niðanfyri. Vit svara eisini á tlf 343500 hvønn gerandisdag frá kl. 8.00 til 16.00.

Veitingartíðin á olju er 3 dagar, tá ið tú bíleggur á heimasíðuni ella gjøgnum telefon. Tí kanst tú við fyrimuni tekna eina hitakonto, soleiðis at tær ongantíð nýtist at bíða eftir at olja verður veitt. Veitingargjald á 250 kr. verður lagt á veitingar undir 500 litrar, og vit koyra ikki undir 300 ltr út við tangabili.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her