Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Vælkomin til Fast

Við tíðini, øktum virksemi og nýggjum krøvum frá brúkarunum, hevur Effo valt at býta virksemi í tvey – orku og handilsvørur. Fast er sostatt okkara handilskonsept, sum vit bjóða kundum okkara – at byrja við á útvaldum tænastustøðum hjá Effo.

Við nýggjum sniði, sergjørdum innbúgvi, tillagaðum vøruúrvali og spennandi upplivingum, fært tú tað størsta og besta úrvalið av skundvørum frá Fast. Hartil fært tú eina skjóta og góða tænastu frá fyrikomandi og smílandi starvsfólkum.

Vit hava greiðar mannagongdir til øll okkara starvsfólk á Fast. Fast handilskonseptið er gjøgnumført í flestum handlum okkara, sum eru høvuðsumvaldir við nýggjum innbúgvi.

Fast er at finna her:

Gundadali
Argjum
Klaksvík
Saltangará
Skálabotni
Kollafirði

Vági

Allir Fast handlarnir hava somu góðu tilboð og tænastu at bjóða. 

Vælkomin í Fast til eina betri uppliving.