Tel 34 35 00
svarar gerandisdagar frá 08-22

Tangabilførari til Effo

Effo sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum persóni til bilførara á einum av okkara tangabilum til koyring í Tórshavn og meginøkinum.

 

Starvið

Arbeiðið er at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi og seta kundans tørv í fremstu røð.

Starvið umfatar:

Í høvuðsheitum veiting av oljuúrdráttum til húsarhald, virkir og skip í Tórshavn og meginøkinum

Harumframt annað arbeiði í sambandi við oljuúrdráttir

 

Tín vangamynd

Tú ert fleksibul og klár/ur at taka ímóti avbjóðingum, tá kundin ynskir tað. Eisini er neyðugt at tú sært týdningin í okkara trygdarskipanum og fylgir mannagongdunum.

Tað er ein treyt at tú hevur stóra koyrikortið, og at tú hevur royndir at koyra stórar bilar.

Sum persónur ert tú:

Sjálvstøðug/ur

Tænastusinnað/ur

Ágrýtin

 

Vit bjóða

Eitt støðugt arbeiði í einum góðum og skipaðum umhvørvi. Tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Effo í meginøkinum. Tú fært alla neyðuga upplæring. Løn og eftirløn eru sambært galdandi sáttmála.

 

Umsókn

Send umsókn við viðkomandi upplýsingum til okkum í seinasta lagi 16. sept. 2019 á hr@effo.fo og frámerk tangabilførari.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðfinn Sigurstein, goymsluleiðara á tlf. 214266.

Starvið verður sett 1. okt. 2019

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.