Search by

Dátuvernd

Vit verja kundarnar og starvsfólkini

Dátuábyrgd

Effo tekur dátuvernd í størsta álvara. Effo arbeiðir dagliga við persónsupplýsingum, og tí arbeiða vit áhaldandi fyri at betra um dátuverndina hjá øllum áhugabólkum felagsins.

Effo er fevnt av Dátuverndarlógini galdandi frá 1. januar 2021.

Slag av persónsupplýsingum

  • Vanligar upplýsingar og kontaktupplýsingar, sum t.d. navn, eftirnavn, telefonnummar, teldupostbústað og bústað
  • Demografiskar dátur sum t.d. føðingardag og kyn
  • Afturmeldingar til okkara vørur og tænastur
  • Ymsar fráboðanir frá tær til okkara kundatænastu
  • Myndir og filmsbrot í sambandi við okkara vakmyndatól-yvirvaking
  • Innihald sum tú leggur upp til okkara heimasíður, appir og sosialar netverkssíður
  • Umsóknir til okkara tænastur, sum blívar veittar við støði í sáttmálum
  • Fíggjarligar upplýsingar, sum t.d. upplýsingar um peningastovnskonto
  • Staðsetingarupplýsingar, sum aktivt eru sendar okkum umvegis okkara heimasíðum og appum, sum t.d. IP-bústaðir, slag av internetbrowsara osv.
  • Serstakar brúkaraupplýsingar sum t.d. login-id, loyniorð osv.
  • Innkeypsatferð grundað á tíni keyp á okkara støðum við okkara viðskiftakortum/tænastum
  • Upplýsingar um fyrrverandi størv og útbúgving í einum fakligum samanhangi
  • Upplýsinga sum tú hevur almannakunngjørt og frítt givið burtur á triðjaparts sosialum netverkum

Víðarilatan til og innheintan frá øðrum

Vit víðarilata ella innheinta upplýsingar um teg frá øðrum um tað er neyðugt fyri at veita tær tænastuna ella vøruna sum vit veita.

Tíni rættindi

Tá Effo hevur savnað upplýsingar inn um teg, hevur tú ávís rættindi. Millum annað hevur tú rætt til at krevja innlit í hvørjar upplýsingar vit hava skrásett um teg. Harumframt skulu vit upplýsa um endamálið við viðgerðini av upplýsingunum, hvørji sløg av upplýsingum verða viðgjørd, og hvørjar upplýsingar verða latnar øðrum pørtum. Tu kanst eisini fáa rættað skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar um teg.

Dátuábyrgdari

Okkara dátuábyrgdari er trygdarleiðarin Róðin Mellemgaard. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva til datavernd@effo.fo

Harumframt kunnu áheitanir um innlit og rættindi sendast til datavernd@effo.fo

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her