Search by

Grøn orka

Saman við Vindrøkt framleiða vit orku úr vindi. Hetta er eitt stórt fet á grønu leiðini

Grøn tíðindi

Gellingarklettur

Vindmyllulundin liðug installerað

Hósdagur 05. mai

Tað er ein sera stórur dagur í dag, tí vindmyllulundin á Gellingarkletti er liðug installerað. Sigast má at arbeiðið hevur gingið sera væl. Vit fegnast um at kunna grønka Føroyar enn meira í juni.

2022-04-02-14-21-16-549

Fimta vindmyllan installerað

Hósdagur 28. apríl

Arbeiðið gongur væl, og nú verður fimta vindmyllan installerað. Um fáar dagar verður sætta og seinasta vindmyllan liðug installerað.

20220202_143548000_iOS

Royndarkoyring av veingjaflutningi

Mikudagur 02. februar

Allarhelst Føroya størsti flutningur var royndarkoyrdur í dag. Ein líkning av einum veingi bleiv royndarkoyrt frá Oyrareingjum til Gellingarklett.

20220126_091927847_iOS

Tornini komin til Føroya

Mikudagur 26. januar

Í dag komu tornini til Føroya, og liggja nú á Oyrareingjum. Hvørt torn er 91,5 m høgt, og tískil eru tey í fýra pørtum tá tey koma til landið.

default

Føroya størsta stoyping

Hósdagur 16. desembur

Føroya størsta fundament av Føroya størstu vindmyllu í Føroya størstu vindmyllulund! Stoypingin til fundamentini til tær seks vindmyllurnar hjá Effo á Gellingarkletti er nú liðug.

Tað tók umleið 14 tímar at stoypa 442 m3 av betong, sum var bert til eina vindmyllu.
Vindmyllulundin kann framleiða 25% av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum, og er hetta Føroya størsta einstaka stig móti einum burðardyggari Føroyum.

IMG_2891

Royndarkoyring

Týsdagur 7. desember

Tá veingirnir, sum eru 57 m hvør (!),  koma til landið, skulu teir koyrast úr Signabø á Gellingarklett. Gjøllar útrokningar eru gjørdar fyri at tryggja okkum at hetta letur seg gera. Í dag bleiv leiðin royndarkoyrd og alt gekk eftir ætlan.

Verkætlanin við Gellingarklett

Effo og Vindrøkt seta 6 Vestas V117 – 4.2MW vindmyllur upp á Gellingarkletti. Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til El-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til uml. 26% av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum.

Samlaði framleiðslumátturin er 25, 2 MW og kann vindmyllulundin væntandi framleiða 100GWT árliga.

Vindmyllurnar væntast at verða settar upp longu í vár og vindmyllulundin vera í rakstri og framleiða grøna orku í summar 2022.


Um Vindrøkt

Vindrøkt var fyrsta felagið at veita føroyingum orku úr vindi á búskaparligum grundarlagi, og hevur Jóhan í Niðristovu verið undangongumaður innan grønar orkuloysnir. Jóhan í Niðristovu er stjóri í felagnum.

Vindrøkt framleiðir orku úr vindi og hevur stórar ætlanir um at gera nýggjar vindmyllulundir og hevur eisini fleiri økir klár til endamálið.

Harafturat hevur Vindrøkt fingið ávegis loyvi at seta eina Pumped Storage skipan í verk, ið veruliga hevði munað í sambandi við at gera Føroyar 100% grønar í 2030.

Átøkini og ætlanirnar hjá Vindrøkt eru í tráð við Orkupolitisku ætlanina hjá verandi samgongu, og sær felagið stórar møguleikar fyri framman.

Effo hevur veitt orku til føroyingar í 100 ár, og ynskja vit at gera hetta framhaldandi. Politiskt eru sett greið mál fyri, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn í 2030. Sum orkufelag ynskja vit eisini at arbeiða fyri at føra Føroyar fram á eina grønari leið.

Við at eiga helmingin í Vindrøkt, er Effo við til at framleiða grøna orku burturúr vindmyllulundini hjá Vindrøkt á Mýrunum í Vestmanna.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her