Samfelagstilvit

Føroyingar eiga Effo
Effo vil framhaldandi vera við til at menna samfelagið

Felagsábyrgd

Vit arbeiða allatíð móti at menna tænasturnar, vørurnar, starvsfólkini og harvið at taka lut í samfelagsligu menningini. Tað er sera umráðandi fyri okkum at vit hava dugnalig starvsfólk, sum veruliga tíma at vera til arbeiðis og gera tað besta tey eru før fyri. Við hesum starvsfólkunum fáa vit veitt Føroya fólki tær tænastur og vørur sum tørvur er á fyri at kunna halda samfelagshjólini koyrandi. Umframt hetta er tað samstundis neyðugt at taka atlit til náttúruna og samfelagið vit virka í.

Orka til føroyingar

Tad er sera týdningarmikið hjá okkum í Effo at vera tilvitaði um samfelagsligu ábyrgdina vit hava og leiklutin vit hava havt í føroyska samfelagnum í 100 ár. Tað eru føroyingar ið eiga og arbeiða hjá Effo, og vit siggja týdningin av at vera samfelagstilvitaði.

At veita orku til føroysku húsarhaldini og vinnuna er okkara grundarlag og ein sera týdningarmikil liður í at framhaldandi menna samfelagið.

Vit skulu øll liva í góðum samljóði við náttúruna, og tí má heimurin økja um nýtsluna av burðardyggari orku. Okkara fokus fevnir eisini um orku í burðardyggari merking.

Endamálið hjá Effo er at veita orku til føroyska samfelagið og tí hava vit eina samábyrgd við brúkarunum at flyta okkum móti einum grønari Føroyum.

Okkara felags mál og virði

Stevnumið fyri heilsu, trygd, umhvørvið og góðsku (HSEQ)

  • Tað er ábyrgd leiðslunar og skylda hins einstaka, at vera ábyrgdarfull og umhugsin
  • Vit ásanna, at starvsfólkini eru týdningarmiklasta tilfeingi yvirhøvur
  • Vit arbeiða fyri tryggum og heilsugóðum arbeiðsplássum við góðum trivnaði
  • Vit hava øll ábyrgd fyri egnari trygd og heilsu og skyldu at varskógva starvsfelagaðar um møguligar vandar
  • Vit stremba eftir, at umgangast skaðiliga ávirkan á umhvørvið
  • Vit velja samstarv við veitarar, sum í mest møguligan mun liva upp til okkara egnu ásetingar
  • Vit vilja altíð veita okkara kundum góðar vørur og bestu tænastur

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her