Search by

Viðskiftatreytir

Effo viðskiftakort – treytir

Hvat kann eg brúka mítt Effo viðskiftakort til?

Til ber at søkja um Effo viðskiftakort tá umsøkjari er fyltur 18 ár. Um tú stovnar eitt Effo kort á Effo appini, nýtist bert ein bankakonta at vera knýtt at.

Kortið gevur tær rætt til kredittkeyp av vørum í øllum sølustøðum okkara kring landið.

Effo viðskiftakortið kann leggjast í Effo appina, soleiðis at tú kanst gjalda brennievni við kortinum á tínari fartelefon ístaðin fyri einum fysiskum korti.

Hvussu virkar Effo viðskiftakortið?

Effo viðskiftakortið kann nýtast í øllum Effo kring landið. Um tú hevur eitt Effo kort á appini, ber tað bert til at fylla brennievni á bilin.

Í seinasta lagi í endamánaðinum fært tú sum korteigari sendandi eitt nýtt viðskiftakort við nýggjum endamánaði, um so er at viðskiftakortið er brúkt innan tríggjar teir seinastu mánaðirnar. Kortið kann brúkast til og við endamánaðin, sum stendur á kortinum.

Kortið verður brúkt við elektroniskar kortterminalar, og korteigarin kvittar fyri við einari pin-kotu.

Kortið er persónligt og skal bert brúkast av korteigaranum. Korteigarin ábyrgdast fyri øll keyp.

Hvørjir gjaldsmøguleikar eru?

Keyp uppá kortið er rentufrítt og verður avroknað fyri hvønn mánað, og rokning verður send fyrst í mánaðinum eftir.

Gjaldstreytirnar eru verandi mánaði pluss 15 dagar. Eftir hetta verður trotarenta roknað.

Neyðugt er, at kortið verður meldað til eina gjaldsskipanaravtalu, har peningurin verður trektur sjálvvirkandi av peningastovnskontuni.

Víst verður til treytirnar fyri sjálvvirkandi gjaldsavtalu á https://www.minrokning.fo/documents

Treytir fyri sjálvvirkandi gjaldsavtalu

Tá tú stovnar Effo viðskiftakort, góðtekur tú, at tínar upplýsingar verða skrásettar í Fastgjald, at p-talið/v-talið verður brúkt til at tryggja kontuna, at sjálvvirkandi gjaldsavtala verður tilmeldað, og at gjaldingar verða avgreiddar við tí føstu upphædd og títtleika, ið Effo hevur valt.

Hvat kostar eitt Effo viðskiftakort?

Effo viðskiftakortið er ókeypis.

Henda tað broytingar í kostnaðinum fært tú kunning um hetta við eini rímiligari freist.

Hvussu fái eg yvirlit yvir mína nýtslu?

Tín konta verður gjørd upp í endanum av hvørjum mánaði. Gjald er móttikið hjá Effo dagin eftir at upphæddin er trekt av tíni bankakontu.

Stovnar tú eitt Effo kort á Effo appini, verður gjaldið flutt av tínari bankakonto dagin eftir nýtsluna.

Effo samskiftir helst talgilt við kundan. Vilt tú heldur hava samskifti við vanligum posti, taka vit eitt avgreiðslugjald fyri hetta. Fakturin verður sendur til tín hvønn mánað við posti ella telduposti. Tú hevur skyldu at kanna allar bókingar á fakturanum og at fráboða møgulig mótmælir móti óheimilaðum- ella skeivum bókingum skjótast gjørligt.

Hvussu skal eg goyma Effo viðskiftakortið

Kortið hevur eina pin-kotu, sum av trygdarávum ikki má vera atkomulig fyri óviðkomandi. Kotan má ikki goymast saman við viðskiftakortinum.

Kortið skal goymast á tryggan hátt, soleiðis at tað ikki kann misnýtast av øðrum. Um viðskiftakortið verður burtur, skal kundatænastan á Effo hava fráboðan beinanvegin, soleiðis at kortið verður sperrað. Sí kontaktupplýsingar á www.effo.fo

Misnýtsla av kortinum

Sum korteigari kanst tú ábyrgdast fyri tap; hetta sum fylgja av óheimilaðari nýtslu av viðskiftakortinum við teimum avmarkingum, sum eru sbrt. § 100 í Anordning om ikraftræden for Færøerne af lov om betalinger (væntandi galdandi frá 1. januar 2021).

Sperring

Fyri at avmarka misnýtslu skalt tú fráboða okkum, um kortið verður stolið, mist burtur ella á annan hátt ikki er til at finna.

Stongsla

Ein og hvør týðandi misnýtsla av kortinum førir til, at kortið verður stongt, at allur kredittur fellur burtur, og at alt útistandandi fellur til gjaldingar alt fyri eitt, óansæð hvønn gjaldsdag partarnir annars hava avtalað.

Um so er, at tú ikki heldur treytirnar ásettar í hesum skjali, fyriliggur mishald. Tá talan er um mishald, hevur Effo rætt til at inndraga títt Effo viðskiftakort uttan ávaring.

Til ber at klaga til Kundatænastuna í Effo.

Hvat hendir, um eg ikki gjaldi rættstundis?

Um tøkur peningur ikki er á tíni tilmeldaðari peningastovnskontu til eina uppkrevnjing, royna vit í fyrstu atløgu at fáa eina afturgjaldsavtalu í lag við teg, áðrenn málið verður latið til rættarliga innheintan.

Harumframt verður kortið sperrað alt fyri eitt.

Viðgerðin av mínum persónupplýsingum

Víst verður til privatlívspolitikkin hjá Effo, sum er tøkur á heimasíðuni.

Broyting av hesum treytum

Broytingar av hesum treytum, sum ikki eru til fyrimunar fyri teg, kunnu gerast við eini ávaring á tveir mánaðir. Fráboðan verður á heimasíðuni hjá Effo.

Tú hevur ábyrgdina av, at tú ikki móttekur fráboðan um broytingar, um tú ikki hevur upplýst kundatænastuni í Effo um broyting í tínum teldupostbústaði ella vanliga bústaði.

Góðtekur tú ikki tær nýggju dagførdu treytirnar, heldur avtalan við teg um Effo viðskiftakort uppat. 

Bústaðar- og navnabroyting

Broytingar í bústaði og navni skulu fráboðast kundatænastuni í Effo skjótast gjørligt. Sí nærri á www.effo.fo

Kærumøguleikar

Møguleiki er í ávísum førum at klaga til Brúkaraumboðið. Sí nærri á www.bruk.fo

Møgulig trætumál, sum semja ikki kann finnast um, kunnu annars leggjast fyri Føroya rætt.

Hesar treytir eru galdandi frá 1. januar 2021.  

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her