Search by

Gjaldstreytir

Gjaldstreytir

Gjaldstreytir fyri hitakontu og oljukontu

Sum viðskiftafólk hjá Effo hevur tú møguleika fyri at hava oljukonto ella hitakonto. Við oljukontu hevur tú sjálvvirkandi oljuáfylling og fakturin verður goldin í einum. Hevur tú hitakontu, hevur sjálvvirkandi oljuáfylling og rindar eina fasta mánaðarliga upphædd. Rokning verður send beinanvegin eftir oljuveiting ella hitatænastu og gjaldstreytin annars er verandi mánaði pluss 15 dagar, um ikki annað er avtalað. Tú hevur eisini møguleika at bíleggja olju sjálv/ur, og tá verður trotarenta roknað fyri falnari skuld. Tó verður eingin trotarenta roknað fyri eina virkna hitakontu, har tú rindar eina fasta upphædd hvønn mánað.

Er kontan tilmeldað eina gjaldsskipanaravtalu við peningarstovn, verður peningurin trektur sjálvvirkandi av peningastovnskontuni. Tín konta verður gjørd upp í endanum av hvørjum mánaði. Gjald er móttikið hjá Effo dagin eftir at upphæddin er trekt av tíni bankakontu.

Víst verður til treytirnar fyri sjálvvirkandi gjaldsavtalu á https://www.minrokning.fo/documents

Treytir fyri sjálvvirkandi gjaldsavtalu

Tá ið tú hevur eina gjaldsavtalu, verður peningurin goldin sjálvvirkandi av einari føroyskari peningastovnskontu. Tá ið gjaldsavtalan verður stovnað, góðtekur tú, at tínar upplýsingar verða skrásettar í Fastgjald, at p-talið/v-talið verður brúkt til at tryggja kontuna, at sjálvvirkandi gjaldsavtala verður tilmeldað, og at gjaldingar verða avgreiddar við tí føstu upphædd og títtleika, ið Effo hevur valt.

Kostnaður

Tað er ókeypis at hava hitakontu og oljukontu kontu hjá Effo.

Henda tað broytingar í kostnaðinum fært tú kunning um hetta við einari rímiligari freist.

Prístrygd

Tryggja tær lægsta prísin. Hevur tú eina virkna gjaldsavtalu og sjálvvirkandi áfylling, so fært tú prístrygd hjá okkum. Prístrygdin hjá Effo fevnir um 25 dagar. Tvs at tú rindar lægsta oljuprísin, sum hevur verið 12 dagar áðrenn og 12 dagar eftir, at tú hevur fingið oljuveitingina. Tað kostar onki at hava gjaldsskipan og sjálvvirkandi áfylling.

Kontoyvirlit

Hvørt hálvár gera vit eina uppgerð yvir tína kontu. Hevur tú hitakontu, javnað vit eisini gjaldið, soleiðis at tað samsvarar við oljuprísin og tína oljunýtslu.

Samskifti

Effo samskiftir helst talgilt við kundan. Vilt tú heldur hava samskifti við vanligum posti, taka vit eitt avgreiðslugjald fyri hetta. Fakturin verður sendur til tín eftir hvørja veiting við posti ella telduposti. Tú hevur skyldu at kanna allar bókingar á fakturanum og at fráboða møgulig mótmælir móti óheimilaðum- ella skeivum bókingum skjótast gjørligt.

Avtalubrot

Um tøkur peningur ikki er á tíni tilmeldaðari peningastovnskontu til eina uppkrevnjing, royna vit í fyrstu atløgu at fáa eina afturgjaldsavtalu í lag við teg, áðrenn málið verður latið til rættarliga innheintan. Trotarenta verður roknað fyri hvønn ógoldnan falnan faktura. Sí gjaldsteytir omanfyri á hesi síðu.

Viðgerð av persónupplýsingum

Víst verður til privatlívspolitikkin hjá Effo, sum er tøkur á heimasíðuni. Klagur kunnu sendast til dátuábyrgdara hjá Effo á datavernd@effo.fo.

Broyting av hesum treytum

Broytingar av hesum treytum, sum ikki eru til fyrimunar fyri teg, kunnu gerast við eini ávaring á tveir mánaðir. Fráboðan verður á heimasíðuni hjá Effo.

Tú hevur ábyrgdina av, at tú ikki móttekur fráboðan um broytingar, um tú ikki hevur upplýst kundatænastuni í Effo um broyting í tínum teldupostbústaði ella vanliga bústaði.

Góðtekur tú ikki tær nýggju dagførdu treytirnar, heldur avtalan millum teg og Effo uppat. 

Bústaðar- og navnabroyting

Broytingar í bústaði og navni skulu fráboðast kundatænastuni í Effo skjótast gjørligt. Sí nærri á www.effo.fo

Kærumøguleikar

Møguleiki er í ávísum førum at klaga til Brúkaraumboðið. Sí nærri á www.bruk.fo

Møgulig trætumál, sum semja ikki kann finnast um, kunnu annars leggjast fyri Føroya rætt.

Hesar treytir eru galdandi frá 1. januar 2022.  

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her