Effo Appin
Effo er meira enn orka. Effo er eisini ein App. Effo Appin er hent at hava um tú javnan fyllir á bilin, vaskar bilin, løðir bilin ella bíleggur mat.
Fýra orsøkir til at fáa sær Effo Appina

Fyll á bilin
Fyll á bilin við appini. Lat appina upp, vel pumpu, fyll á og koyr avstað. Sindur skjótari og snildari.

Bilvask
Vaska bilin við appini. Set bilin í maskinuna, vel slag av bilvaski og byrja. Maskinan og appin ordna rest.

Elløðing
Effo setir í talandi stund almennar elløðarar upp kring landið. Finn eina nær við og løð við appini.

Matur
Bílegg mat beinleiðis á appini frá okkara matstøðum í Kollafirði og Skálafirði.
Vegleiðingar
Tað er sera einfalt at brúka Effo Appina. Sum oftast er einki at ivast í. Kortini hava vit gjørt nakrar vegleiðingar.
Stovna brúkara
Legg Effo- ella gjaldskort inn
Legg verandi kort inn
Fyll á bilin
Spurningar og svar
Hvussu fái eg Effo appina á telefonina?
Appin kann takast niður á App Store ella Google Play
Skal eg hava eitt fysiskt Effo kort, fyri at kunna brúka Effo appina?
Nei, tað nýtist ikki. Tá tú gert tær brúkara, kanst tú stovna tær eitt kort og gjaldsavtalu – beinleiðis frá appini. Um tú hevur eitt frammanundan, so kanst tú leggja tað inn.
Hvussu virkar tað, tá eg skal gjalda við appini?
Tá tú kemur til eina Effo støð, veit Effo appin hvørjari støð tú ert á. Vel eina vøru t.d. brennievni, bilvask ella mat.
Tá tú fyllir brennievni á bilin, steðga við eina pumpu, trýst á nummarið og fyll á. Tá áfyllingin er liðug, verður upphæddin trekt av Effo kortinum.
Hvussu verður gjaldið avgreitt?
Hevur tú stovnað tær eitt nýtt Effo kort í appini, verður gjaldið trekt av bankakontuni, sum er knýtt at tínari gjaldsavtalu.
Hevur tú lagt eitt verandi Effo kort inn, eru gjaldstreytirnar tær somu, sum á fysiska kortinum.
Kann eg gjalda inni við appini?
Nei, appin er bara til áfylling av brennievni, bilvask og bílegging av mati – sum nú er.
Kann eg leggja gjaldskortið inn?
Appin tekur, sum nú er, bara Effo kort. Tað er bæði skjótt og ómaksleyst at stovna tær eitt á appini.
Hvussu veit eg, at eg havi goldið fyri brennievni?
Tá tú hevur fylt brennievnið á bilin, fært tú eina kvittan á telefonina, sum vísir, at keypið er avgreitt. Kemur kvittanin av onkrari orsøk ikki fram, kanst tú trýsta á tín vanga, velja míni keyp og síggja kvittanina har.
Kann mítt Effo kort vera knýtt at fleiri telefonum?
Ja, saktans. Tú kanst hava sama Effo kort knýtt at fleiri brúkarum í senn.
Hetta ger tað møguligt og lætt hjá td fleiri í einum húski at fylla á við sama Effo korti.
Kann ein fyritøka brúka Effo appina?
Ja, saktans. Tú kanst hava sama kort knýtt at fleiri brúkarum í senn, við at leggja sama kort inn. Ring á telefonnummar 343500 fyri at fáa kortnummarið, tá ið brúkarin er stovnaður.
Um fyritøkan vil hava eitt ávíst eyðkennisnavn til kortið, sum eisini skulu síggjast á fakturanum, kunnu hesi bíleggjast á heimasíðuni har tú viðmerkir “Viðskiftakort til app”, ella við at ringja til kundatænastuna. Tit fáa síðani kortnummur sendandi frá okkum, sum starvsfólki skal leggja inn á sína Effo app.
Kann tað fysiska Effo kortið brúkast, hóast eg havi lagt tað inn á appina?
Ja, tað kann tað.
Kann eg hava fleiri gjaldsavtalur?
Um tú skalt hava fleiri gjaldsavtalur, td eina til fyritøkuna og eina privat, mást tú skriva til okkum á appin@effo.fo.
Kann eg broyta kontunummarið, sum er knýtt at míni gjaldsavtalu?
Ja, far inn á vangan og vel mínar upplýsingar. Niðast sært tú kontonummarið, sum er nýtt at gjaldsavtaluni. Trýst á ‘Rætta gjaldsavtalu’ og fyll teigarnar út.
Hvat geri eg, um eg havi gloymt mítt loyniorð?
Hevur tú gloymt títt loyniorð, trýst á rita inn og vel gloymt loyniorð. Tú fært nú ein teldupost sendandi, við eini leinkju til at broyta loyniorðið.
Kemur telduposturin ikki fram beinavegin, er hann møguliga endaður í spam.
Kann eg broyta mítt loyniorð á Effo appini?
Ja, trýst á vangan og vel mínir upplýsingar. Undir loyniorð, kanst tú skriva núverandi loyniorðið og tað nýggja.
Skal telefonin hava internetsamband fyri at fylla á bilin?
Ja, fyri at fylla á bilin við appini, má telefonin hava internetsamband.
Hvussu striki eg eitt kort av mínum brúkara?
Far inn á vangan og trýst á míni kort, vel tað Effo kortið sum skal strikast og trýst á strika kort.
Hvussu sperri eg eitt kort, ið er knýtt at Effo appini?
Fyll teigarnar út niðaliga her á síðuni, so sperra vit kortið sum skjótast.
Hvussu tendri eg fyri GPS funkuni?
Skalt tú tendra fyri GPS funkuni er neyðugt at fara inn á innstillingar á telefonini og loyva Effo appini at brúka lokatiónina.
Er nakað aldursmark á appini?
Tað er ikki nakað aldursmark fyri at hava sjálva appina, men fyri at kunna brúka hana, er neyðugt at stovna eitt Effo kort, sum er knýtt til eina peningakontu. Ert tú undir 15 ár mást tú hava skrivligt loyvi frá foreldrum fyri at sleppa at stovna Effo kortið.
Eru upplatingartíðirnar hjá Effo støðunum at síggja á appini?
Ja, far á vangan og vel støðirnar. Har sært tú hvussu allar Effo støðirnar hava opið.
Hvat skal eg hava klárt, áðrenn eg fylli brennievni á bilin við appini?
Áðrenn tú fyllir brennievni á bilin við appini fyrstuferð, viðmæla vit at tú frammanundan hevur gjørt tær ein brúkara og lagt eitt Effo kort inn. Tá tað er gjørt, er tað lætt og ómaksleyst at brúka appina.
Kostar tað at hava Effo appina?
Nei, Effo appin er ókeypis.
Kann eg strika mín brúkara av Effo appini?
Tú kanst senda okkum eina umbøn um at strika tín brúka á appin@effo.fo.

