Jarðhiti og hitapumpur
Ein hitapumpa frá Effo er meira enn ein hitapumpa – hon er lívæðrin í húsinum, sum breiðir hitan javnt og støðugt runt í øll rúmini.

Hitapumpa frá Effo. Lækka orkurokningina og hækka virðið á húsinum
Hugsar tú um at fáa tær grøna hitaloysn? So er fyrsta stigið at fáa sær innlit í hvussu og hvat er at velja í millum. Tað kann tykjast fløkjasligt, men vit hava roynt at sett tað skilligt upp. Um tað er torført at fáa greiðu á kortini, kanst tú ringja ella skriva til okkara, so hjálpa vit.
Tá tú hevur hitapumpu frá Effo, so kanst tú hava Effo Hitatænastu, sum tryggjar tær tænastu 365 dagar um árið.
Vel millum trý sløg av grønum hitaloysnum
Jarðhiti –
Thermia
Jarðhiti er ein tann mest umhvørvisvinarligi, burðardyggi og orkueffektivi hátturin at hita vatn og rúm upp uppá. Effo borar jarðhitaholið, sum síðani verður bundið í eina hitapumpu inni. Sostatt er eingin útieind. Snøgt og viðlíkahaldsfrítt!
- Fær hitan úr jørðini
- Livitíð upp til 50+ ár
- Hitar rúm og brúksvatn
- 5 ára trygd (við møguleika at leingja til 18 ár)
- Bara innieind
- 365 dagar hitatænastu
Luft til vatn –
Daikin
Ein luft til vatn-hitapumpa hitar vatn og rúm við orku, sum er vunnin úr luftini. Av tí at orkan kemur úr luftini, er ikki neyðugt at bora. Effo setur eina hitapumpu upp uttanfyri og eina inni, og knýtir tær saman. Og voilà, eini fjálg hús og heitt brúsubað.
- Fær hitan úr luftini
- Livitíð upp til 15+ ár
- Hitar rúm og brúksvatn
- 7 ára garanti fyri kompressara
- 6 ára garanti fyri hitaskipan
- Úti- og innieind
- 365 dagar hitatænasta
Ventilatiónshitapumpa –
ComfortZone
Um tú byggir nýtt, eigur tú at umhugsa eina ventilatiónshitapumpu – hon gevur tær hita og heitt brúksvatn við at endurnýta orkuna í innilufti. Húsini verða samstundis ventilerað, so at tú fært eitt natúrligt luftskifti í rúmunum.
- Fær hitan úr inniluftini
- Livitíð upp til 15+ ár
- Hitar rúm og brúksvatn
- 3 ára trygd (við møguleika at leingja til 18 ár)
- Bara innieind
- 365 dagar hitatænasta

Nýtt Daikin er komið til Føroya
Nú fært tú mest seldu luft til vatn hitapumpurnar í Evropa frá Effo – nemliga Daikin
Effo víðkar nú um sítt úrval av orkuloystum og fer sum ein av teimum fyrstu føroysku veitarunum undir at selja hitapumpur frá Daikin. Daikin er nemliga ein av størstu og mest royndu og viðurkendu framleiðarunum av hitapumpum í heiminum við meira enn 100 ára royndum innan hita og køling. Hitapumpurnar til evropeiska marknaðin verða framleiddar í Evropa við stórum denti á góðsku og effektiviteti. Tú fært í upp til heili 7 ára garanti fyri kompressara og 6 ára garanti fyri hitaskipan.
Við Daikin frá Effo fært tú eina álítandi, effektiva og framtíðartrygga hitaloysn – við ráðgeving, uppseting og hitatænastu frá Effo.
Daikin er ein av størstu og mest royndu og viðurkendu framleiðarunum av hitapumpum í heiminum við meira enn 100 ára royndum innan hita og køling.
Tú fært upp til heili 7 ára garanti.

Luft til vatn Daikin Altherma 4 hitapumpa
Daikin Altherma 4 fæst sum 4, 6, 8, 10, 12 og 14kW við 180 ella 230 litrar brúksvatnstanga. Les meira um hitapumpuna her.
Fyrimunir við Daikin luft til vatn
1. Sera góð upphiting
Daikin Altherma 4 H er ment til at vera bæði effektiv og orkumikil og hevur orkuflokkingina A+++ fyri upphiting.
2. Garanti
Við Daikin fært tú heili 7 ára garanti fyri kompressara og 6 ára garanti fyri hitaskipan.
3. Effektiv framleiðsla av heitum vatni
Hitapumpan er ment bæði til upphiting og framleiðslu av heitum brúksvatni. Hon hevur orkuflokking upp í A+ fyri heitt vatn og tryggjar góða komfort alt árið.
4. Snotilig og still
Útieindin hevur silvurlitt kabinet og elegant bogaðar rimar, sum geva henni eina nútímans útsjónd, ið hóskar væl til flest heim. Hon er ikki bara vøkur, hon er eisini sera still.
5. Einføld stýring við nertiskíggja
Við tí intuitiva nertiskíggjanum er lætt at stýra hitaskipanini. Tú fært dagførdar upplýsingar og kanst leggja upphitingina til rættis eftir tínum gerandisdegi.
6. Fleksiblir uppsetingarmøguleikar
Daikin Altherma 4 H fæst við ymiskari effekt og kann nýtast saman við bæði gólvhita og radiatorum. Tí kann hitapumpan lagast til ymisk heim og tørvir.
7. Sera still
Takkað verið framkomnari ljóðdoyving og tøkni, sum tryggjar eitt optimalt luftstreymi, er Altherma 4 sera still – heilt niður í 28 dBA.
Jarðhiti Thermia – sløg av hitapumpum
Thermia Calibra Eco
- Tann fyrsta jarðhitapumpan við umhvørvisvinarliga kølaranum – R452B.
- Stillar seg inn eftir tínum hitatørvi. Ein frálíkur heintleiki.
- Hevur tøkni, sum megnar at hita vatnið fyri sera lágan prís.
Thermia Atlas
- Flaggskipið hjá Thermia. Hevur ta nýggjastu og mest modernaðu tøknina.
- Var ein av fyrstu jarðhitapumpunum við SCOP-virði > 6,0
- Er í einum flokki fyri seg. Friðalig og framleiðir heitt vatn, sum eingin onnur kann.
Thermia Mega
- Hitapumpan til vinnuna: Hvør lutur er hegnisliga sniðgivin og framleiddur, so hon kann rigga til ein hvønn vinnuligan tørv.
- Snúningsstýrdan kompressara
- Sera løtt at integrera og kombinera við aðrar skipanir.

Jarðhitaskipanirnar frá Effo er svensk góðska
Jarðhitaskipanirnar frá Effo eru av svenska merkinum Thermia. Longu í 1923, tá ið fyritøkan bleiv til, vóru stovnararnir framman fyri sína tíð. Gjøgnum traditión og innovation hevur Thermia framleitt og ment lut fyri lut, til tað, sum vit í dag kenna sum hitapumpur. Tær eru ein av fremstu og bestu veitarum á marknaðinum, og so standa tær seg sera væl í harðbalað veðri okkara.
Ventilatiónshitapumpur ComfortZone
ComfortZone
- ComfortZone ventilatiónshitapumpur hita bæði rúm og vatn við lágari orkunýtslu.
- Hóskar væl til nútíðarhús, har krøvini til bæði komfort og orkuskipan eru høg.
Ring til okkara og spyr um ymisku ventilatiónsloysnirnar hjá ComfortZone

Hví skal eg fáa mær hitapumpu frá Effo?
Effo hevur meira enn 125 ár á baki og kennir orkutørvin hjá føroyingum betri enn tey flestu. Vit vita júst hvat skal til, so tað er trygt og fjálgt at vera kundi hjá okkum:
- Vit bora, uppseta og viðlíkahalda hitaskipanina
- Álítandi hitatænasta, sum er tøk 365 dagar um árið.
- Kvik og vælgerin hitatænastufólk, sum loysa trupulleikar skjótt og væl
- Hjálpsom kundatænasta, sum svarar við einum smíli

Tove angrar ikki at hon skifti oljufýrið út við jarðhita
– Síðan vit fingu okkum jarðhita, hava vit merkt eina rættiliga stóra sparing. Um vit samanbera hitarokningarnar áðrenn og eftir jarðhita, so er sparingin umleið ein helvt. So avgerðin at skifta, vísti seg at vera meira enn bara umhvørvisvinarligt, tað er sanniliga eisini gott fyri pengapungin!

Serloysnir
Hevur tú eitt serligt ynski til hitaskipan?
Einkult ella samansett. Integrerað og kombinerað. Í meira enn 125 ár hava vit veitt hitaloysnir. Einki er ov kalt til, at vit kunnu loysa tín orkutørv.
- íbúðarbygningar
- Býlingar
- Svimjihilar
- Virkir

Tryggja hitaskipanina
upp í 18 ár
Tá ið tú keypir eina Thermia jarðhitaskipan ella luft til vatn hitapumpu frá Effo, fylgir Thermia Tryg við.
Thermia Tryg er ein serlig trygging, sum fevnir um alla hitapumpuna. Tryggingin er ókeypis og sjálvvirkandi fyrstu 5 árini.
Tá ið 5 ár eru liðin, setur Thermia seg í samband við teg, og bjóðar tær at halda fram við tryggingini eitt ár í senn. Tryggingin kann varðveitast í upp til 18 ár fyri jarðhitaskipanir og upp til 16 ár fyri luft til vatn hitapumpur.
Við Thermia Tryg kanst tú kenna teg trygga – eisini nógv ár eftir, at hitapumpan er sett upp.