Bunkring
Vit avgreiða allar oljuveitingar til skip í Føroyum og uttanlands



Stundislig levering fyri kappingarføran prís
Í samstarvi við álítandi veitarar í øllum heiminum, tryggjar Effo brennievni í hægstu góðsku – altíð fyri kappingarførar prísir. Tí er Effo rætta valið til bunkring, sama hvar oljan skal latast.
Vit bjóða
- Bunkring við tangabili
- Bunkring beinleiðis frá goymslum okkara kring landið
Effo veitir brennievni í flest øllum havnum í Føroyum og hevur fleiri goymslur kring landið. Vit koyra við tangabilum har tað hóskar best fyri kundan, ella lata oljuna beinleiðis úr goymslu.
Við drúgvum royndum innan oljuveiting kunnu vit bjóða bæði vørur í hægstu góðsku og eina skjóta og trygga tænastu. Vit leggja serligan dent á at veitingin fer fram uttan seinkingar – altíð við umhvørvi og trygd í hásæti.
Altíð at fáa fatur á!
Ring til goymslurnar um tú skal bunkra ella hava smyrjiolju í úrtíð
Goymslan á Viðarnesi
Vestara Bryggja 2
100 Tórshavn
Tlf. 343582
esi@effo.fo
Goymslan í Søldarfirði
Niðri á Sandi
Søldarfjørður
Tlf. 343583
mve@effo.fo
Goymslan í Fuglafirði
Bakkavegur
Fuglafjørður
Tlf. 343592
dpe@effo.fo
Goymslan á Tvøroyri
Á Langabakka
Tvøroyri
Tlf.343560
jth@effo.fo