Effokort til vinnuna

Hevur fyritøkan tørv á einum ella fleiri Effokortum? Við Effokortinum fáa tit eitt einfalt og samlað yvirlit yvir allar útreiðslur. Kortið kann brúkast alt samdøgrið á øllum Effostøðum kring landið.

Hvat skal Effokortið brúkast til?

Tú velur sjálv/-ur, hvat Effokortið kann brúkast til. Hjá summum fyritøkum er kortið bert ætlað til brennievni, meðan aðrar ynskja størri smidleika og geva starvsfólkum møguleika at keypa aðrar vørur á Effostøðunum eisini.

Vel tað Effokortið, sum hóskar til tín tørv.

Effokort
Alt
Effokort
Bilurin
Effokort
Áfylling
Sperra Effokort

Hevur tú mist Effokortið burtur, er skilabest at sperra tað og bíleggja nýtt.