Átti tú gula Effo Krússið 2025? Seinasti nýtsludagur fyri Effo Krússið 2025 er 28. januar 2026.
Effo Krússið 2026 er útselt
Við Effo Krússinum kanst tú fáa kaffi og aðrar heitar drykkir á øllum Effostøðunum – ókeypis.
Stórt ella lítið kaffihald
Líka sum í fjør, hoyrir eitt kaffihald til Effo Krússið. Tú kanst velja millum stórt og lítið kaffihald. Velur tú tað lítla kaffihaldið kanst tú fáa tær svart kaffi, espresso og kókað vatn. Um tú vilt hava atgond til allar drykkirnar, sum maskina bjóðar, skalt tú velja tað stóra kaffihaldið.

Lítið kaffihald
Til tín, sum drekkur títt kaffi svart og heldur, at cappuccino er ein býur í Italia.
799,-
Effokaffi
Espresso
Kókað vatn

Stórt kaffihald
Til tín, sum vilt hava allar drykkirnar,
sum maskinan bjóðar.
999,-
Effokaffi
Espresso
Kókað vatn
Flat White
Kaffilatte
Cappuccino
Kakaokaffi
Kakao
Kalda mjólk útí
Heita mjólk útí
Spurningar og svar
Hvussu leingið er svarta Effo Krússið 2026 galdandi?
Svarta Effo Krússið 2026 kann fyllast til og við 28. januar 2027.
Kann eg fylla mær Krússið fullkomuliga óavmarkað?
Ja, tað kanst tú. Einaferð í 2026 fara allar Effostøðirnar at fáa nýggjar framkomnar kaffimaskinur. Tá fer tað at skula ganga ein tími í millum hvørja áfylling.
Kann Krússið bara keypast á netinum?
Ja! Krússið kann bara keypast á netinum, men skal heintast á tínari Effostøð. Tú velur hvørja á Effostøð tú heintar Krússið, tá ið tú keypir.
Hvat er munurin á stóra og lítla kaffihaldinum?
Við lítla kaffihaldið kanst tú fáa tær Effo Kaffi, espresso og kókað vatn.
Við stóra kaffihaldinum kanst tú fáa tær allar drykkir.
Kann eg so uppstiga til stóra kaffihaldið, um eg havi keypt mær tað lítla?
Ja, tað fert tú at kunna, tá ið nýggju framkomnu kaffimaskinurnar er komnar á Effostøðirnar einaferð í 2026.
Hví hava tit tvey kaffihald?
Fólk eru ymisk, og tað okkum dámar er eisini ymiskt. Tí hava sett saman tvey ymisk hald, so tú kanst fáa tað, sum hóskar best til tín.