Elløðing

Kundi tú hugsað tær ein elløðara við títt arbeiðspláss ella við ein bygning? Ella vilt tú bara løða bilin har ein Effoløðari er? So ert tú komin á rætta stað.

Løð bilin á ferðini

Tað er lætt og ómakaleyst at løða bilin við Effo Appini. Tú kanst løða bilin í Klaksvík og í trimum støðum Havn. Effo arbeiðir støðugt við at seta fleiri løðarar upp.

Effo setur løðarar upp til bygningar, størri verkætlanir og fyritøkur. Ring til okkara á 343500 ella skriva til effo@effo.fo, um tín bilur ella bilar hjá starvsfólki tínum, hava tørv á elløðarum.

Dømi upp á elløðarar í einum parkeringskjallara

Standari við tveimum fríttstandandi elløðarum

Hvat kostar tað at løða?

Prísirnir, fyri at løða við einum elløðara frá Effo, eru teir somu á einum almennum løðara.

AC-løðing

Morgun, dag og kvøld

Kl. 8:00–22:00

2,325 kr/kWt

AC-løðing

Nátt

Kl. 22:00–8:00

2,325 kr/kWt

Spurningar?

Hvat slag eru okkara elløðarar?

Okkara elløðarar eru av merkinum Zaptec 22kw AC.

Kann mann bíleggja elløðarar til sethús?

Ikki í løtuni. Vit bjóða okkum at seta løðarar upp til størri bygningar so sum íbúðarblokkar, aðrir bygningar og fyritøkur.

Hvussu løði eg við Effo Appini?

Á Effo Appini ber til at løða og síggja yvirlit yvir okkara løðistøðir.