+298 34 35 00

effo@effo.fo

Jarðhiti og hitapumpur

Ein hitapumpa frá Effo er meira enn ein hitapumpa – hon er lívæðrin í húsinum, sum býtir hitan javnt og støðugt runt í øll rúmini.

Kundi tú hugsað tær eina grøna hitaskipan?

Tú hevur longu tikið fyrsta stigið, sum er at fáa sær innlit í hvussu og hvat er at velja í millum. Tað kann tykjast fløkjasligt, men vit hava roynt at sett tað skilligt upp. Um tað er torført at fáa greiðu á kortini, kanst tú ringja ella skriva til okkara, so hjálpa vit.

Vel millum trý sløg
Jarðhiti

Jarðhiti er ein tann mest umhvørvisvinarligi, burðardyggi og orkueffektivi mátin at hita vatn og rúm upp uppá. Effo borar jarðhitaholið, sum síðani verður bundið í eina hitapumpu inni. Sostatt er eingin útieind. Snøgt og viðlíkahaldsfrítt!

  • Fær hitan úr jørðini
  • Livitíð upp til 50+ ár
  • Hitar rúm og brúksvatn
  • 5 ára trygd (við møguleika at leingja til 18 ár)
  • Bara innieind
  • 365 dagar hitatænastu
Luft til vatn

Ein luft til vatn-hitapumpa hitar vatn og rúm við orku, sum er vunnin úr luftini. Av tí at orkan kemur úr luftini, er ikki neyðugt at bora. Effo setur eina hitapumpu upp uttanfyri og eina inni, og knýtir tær saman. Og volá, eini fjálg hús og heitt brúsubað.

  • Fær hitan úr luftini
  • Livitíð upp til 15+ ár
  • Hitar rúm og brúksvatn
  • 5 ára trygd (við møguleika at leingja til 16 ár)
  • Úti- og innieind
  • 365 dagar hitatænasta
Ventilatión

Byggir tú nýtt, eigur tú at umhugsa eina ventilatiónshitapumpu – hon gevur tær hita og heitt brúksvatn við at endurnýta orkuna í innilufti. Húsini verða samstundis ventilerað, so tú fært eitt natúrligt luftskifti í rúmunum.

  • Fær hitan úr inniluftini
  • Livitíð upp til 15+ ár
  • Hitar rúm og brúksvatn
  • 3 ára trygd (við møguleika at leingja til 18 ár)
  • Bara innieind
  • 365 dagar hitatænasta
Jarðhitaskipanir
Thermia Calibra Eco

Les meira

Thermia Atlas

Les meira

Thermia Mega

Les meira

Luft til vatn hitaskipanir
Thermia iTec Eco

Les meira

Thermia iTec XTR

Les meira

Thermia Athena HC

Les meira

Ventilatiónshitapumpur
ComfortZone

Ring til okkara og spyr um ymisku ventilatiónsloysnirnar hjá ComfortZone

Les meira

Hitaskipanirnar frá Effo er svensk góðska

Jarðhitaskipanirnar frá Effo eru av svenska merkinum Thermia. Longu í 1923, tá ið fyritøkan bleiv til, vóru stovnarnir framman fyri sína tíð. Gjøgnum traditión og innovation hevur Thermia framleitt og ment lut fyri lut, til tað, sum vit í dag kenna sum hitapumpur. Tær eru ein av fremstu og bestu veitarum á marknaðinum, og so standa tær seg sera væl í harðbalað veðri okkara.

Hví skal eg fáa mær hitapumpu frá Effo?

Effo hevur meira enn 125 ár á baki og kennir orkutørvin hjá føroyingum betri enn tey flestu. Vit vita júst hvat skal til, so tað er trygt og fjálgt at vera kundi hjá okkum:

  • Álítandi hitatænasta, sum er tøk 365 dagar um árið
  • Kvik hitatænastufólk, sum loysa trupulleikan skjótt og væl
  • Hjálpsom kundatænasta, sum svarar við einum smíli
Tryggja hitaskipanina
upp í 18 ár
Hevur tú eitt serligt ynski til hitaskipan?

Einkult ella samansett. Intergrerað og kombinerað. Í meira enn 125 ár hava vit veitt hitaloysnir. Einki er ov kalt til, at vit kunnu loysa tín orkutørv.

Angrar ikki at hon skifti oljufýrið út við jarðhita

– Síðan vit fingu okkum jarðhita, hava vit merkt eina rætti­liga stóra sparing. Um vit samanbera hitarokningarnar áðrenn og eftir jarðhita, so er sparingin umleið ein helvt. So avgerðin at skifta, vísti seg at vera meira enn bara umhvørvisvinarligt, tað er sanniliga eisini gott fyri pengapungin!

Hevur tú hoyrt um Hitatænastuna hjá Effo?

Um tú ert ella hevur verið oljukundi hjá Effo, so veitst tú kanska hvat Hitatænasta er. Tí vit hava nevnliga júst somu góðu tænastu til jarðhita og hitapumpur. Hitatænastan ger øll neyðugu eftirlit og er tøk 365 dagar um árið. Lættari og tryggjari verður tað neppa.

Les meira ella bílegg tær hitatænastuhald her.