Sethúsaolja

Tangabilførararnir hjá Effo koyra við olju nærum hvønn dag og í hvønn krók í Føroyum.

Hví flestu sethúsakundar velja sjálvvirkandi áfylling og fast mánaðargjald
  • Lagaligari gjaldstreytir Vit bjóða 25 dagar gjaldsfreist.  
  • Fast mánaðarligt gjald Við mánaðarligum gjaldi rindar tú oljurokningarnar í smáum.  
  • Ókeypis útkoyring Hvør oljuveitng er ókeypis, sama hvussu nógvar litrar vit koyra á.  
  • Hitatænastuhald Tú kanst tekna tær hitatænastuhald og nýtist sostatt ikki at gjalda fyri tilkalling og reins. 
  • Prístrygd Garanti fyri lægsta oljuprís. Tú fært okkara lægsta oljuprís 12 dagar fyri og eftir áfyllingin fór fram.
  • Umhvørvisvinarlig koyring Við sjálvvirkandi áfyllingum kunnu vit leggja farleiðina hjá tangabilunum skynsamt til rættis.

Oljutangar

11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar. Kunngerðin skal tryggja, at tangar og rør eru góðkend, trygg og rætt uppsett – bæði til nýggj og eldri hús.

Er tú eigari at av einum oljutanga hevur tú ábyrgd av, at tangin er í lagi, er skrásettur hjá kommununi og at hann verður útskiftur sambært galdandi freistum.

Um tú skal hava ein nýggjan oljutanga, inni, úti ella undir jørð, kanst tú koma á bíðilistan hjá Effo við at skriva ella ringja til okkara. Eftirspurningurin eftir tangum er sera stórur og veitingartíðin er tí eisini sera long.

Hvussu nógva olju hevur tú eftir í tanganum?


Máta við tummastokki hvussu nógvir cm av olju eru eftir, so sært tú á skemanum hvussu nógva olju tú hevur eftir umleið.