Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Samstarv og stuðul
Brennur tú fyri onkrum ávísum, og heldur tú eitt samstarv okkara millum hevði gagnað tí?
Effo ynskir at stuðla og samstarva við einstaklingar, feløg og bólkar sum gagna samfelagnum.

Viðkomandi kunnu skriva á umsokn@effo.fo.
Samstarv
Vit eru altíð opin fyri samstarvi, sum kann gagna føroyska samfelagnum
Skúlanæmingar og onnur, ið ynskja at koma í starvslæru, skriva uppgávuravu ella líknandi, eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum.
Eisini eru fyritøkur, ið hava áhuga í Effo og halda, at eitt samstarv kundi verið gagnligt á onkran hátt, altíð vælkomnar at venda sær til okkum.
Stuðul

Um tú søkir um stuðul, ert tú vælkomin at nýta umsóknina niðanfyri. Tess fleiri upplýsingar eru við, tess betri grundarlag hava vit at taka støðu út frá.
Arbeiðir tú við onkrum, sum gagnar føroyska samfelagnum? Vit vilja fegin stuðla og samstarva vid einstaklingar, feløg og bólkar, sum á ein ella annan hátt kunnu gagna samfelagnum.
Sum felag hava vit sum mál at stuðla ítróttinum, m.a. hondbóltinum, fyri at geva ungum møguleikar at mennast, styrkja felagsskapin og geva jaligt íkast til føroyska samfelagið.

Søk um stuðul her