Search by

12 føroyskar fyritøkur ganga á odda innan umhvørvi undan COP26

Í dag, 21. september, hava vit saman við 11 føroyskum fyritøkum kunngjørt, at vit hava bundið okkum til at minka okkara útlát av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi eini helvt innan 2030. Fyritøkurnar eru allar partur av átakinum Burðardygt Vinnulív, og ásetanin av málinum er ein partur av átakinum at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.

Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist & Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin hava øll bundið seg til at minka teirra sonevnda Vavi 1 og 2 útlát av vakstrarhúsgassi og hava samstundis kunngjørt, at vit næsta ár fara at áseta ítøkilig mál fyri okkara óbeinleiðis Vavi 3-útlát í tráð við vísindaligu tilmælini. Síðan lata fyritøkurnar teirra mál inn til Science Based Targets Initiative.

Feløgini fara at arbeiða saman í verkætlanini Burðardygt Vinnulív í minsta lagi trý ár. Vit fara millum annað at arbeiða saman um at menna eina strategiska tilgongd viðvíkjandi handfaring av avbjóðingum innan veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og heilsustøðuna í havinum. Hesar tilsagnirnar eru fyrsta stig í ætlanini. Hetta er ein liður í ætlanini hjá okkum um at veita grøna orku til føroyska samfelagið og minka um umhvørvisliga árini.

“Vit eru sera fegin um at vera við í hesari verkætlanini. Vit hava øll ábyrgdina av at betra um umhvørvið sum vit virka í, og við hesari verkætlanini verður meira ferð sett á arbeiðið, ” sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Meira kann lesast á: www.burdardygtvinnuliv.fo  

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her