Føroya Orkufelag
Vit skapa einar varandi Føroyar. Vit veita føroyingum álítandi orkuloysnir og nútímans tænastur. Ómakaleyst.

Effo er støðufesti
Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum umframt, at felagið eisini veitir føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. Harumframt er Effo einasti veitari av Jet Fuel í Føroyum. Fyri framhaldandi at taka lut í at menna føroyska samfelagið, eigur Effo helmingin av Vindrøkt, sum veitir orku burturúr vindorku. Ein partur av Effo eru Effo støðirnar kring landið, sum veita gerandisvørur og brennievni. Í dag starvast umleið 200 fólk í Effo samtakinum.
Um Effo
Vit byggja land
Fyri yvir 100 árum síðani tendraðu Trappubrøðurnir fyrsta neistan til Effo. Líka síðani hava vit verið við til at flyta Føroyar framá. Frá primus til LED. Frá oljufýringum til grønar vindmyllulundir. Og vit eru fús til tey næstu hundrað árini.
Vit eru ómakaleys
Við Effo tryggjar tú húsarhaldi tínum eina skynsama og natúrliga orku, og tú kanst velja júst ta loysn, sum riggar best til tína familju. Ljósið kemur frá útsynninginum, hitin frá einum holi í jørðini, og bilurin koyrir upp á streym frá eini stikkkontakt í garasjuni.
Vit tendra vinnuna
Vit seta ferð á skipini, flogførini, transportbondini, kranarnar, lastbilarnar og á alt skapandi maskinaríið, sum hvønn dag skapar arbeiðspláss og umstøður hjá fólki at liva og virka í Føroyum.
Vit hava eina felagsábyrgd
Vit mugu fara væl um umhvørvi okkara, so Føroyar verða verandi Føroyar.

Varandi orka

Okkara felagsábyrgd

Fá tað nýggjasta at vita her



