Search by

Tríggjar ISO góðkenningar

Effo hevur nú fingið tríggjar ISO góðkenningar. Effo hevur fingið ISO góðkenning innan 9001 sum er góðska, 14001 er umhvørvi og 45001 er innan arbeiðsumhvørvi. ISO leiðsluskipanir eru stýringsamboð, ið verða nýtt kring allan heimin og verða nú eisini partar av daglidegnum í Effo.

Endamálið við leiðsluskipanunum er, eitt nú at tryggja, at øll starvsfólk arbeiða eftir sama leisti, soleiðis at góðskan á vørunum og tænastunum verður so góð og jøvn sum gjørligt.

Við ISO 45001 góðkenningini verður allatíð tikið atlit til umhvørvið og tey árin vit hava á náttúruna. Harumframt seta vit okkum mál innan umhvørvi og burðardygd sum eru ein partur av dagliga arbeiðinum, so at umhvørvið vit virka í, verður so lítið órógvað sum møguligt.

Orsøkin til at vit hava fingið ISO 45001 góðkenning er fyri at fullvissa okkum at arbeiðsumhvørvið er nøktandi, starvsfólkini trívast, og fyri at tryggja at arbeiðsumhvørvið allatíð kann gerast enn betur.

Harumframt skulu skipanirnar tryggja at hesi økini mennast og betrast í øllum samtakinum.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.