+298 34 35 00

effo@effo.fo

Hitatænasta

Lat Effo Hitatænastuna taka sær av tínari hitaskipan. Vit kanna og reinsa hana regluliga, og síggja til, at hon hevur bestu treytir fyri at koyra væl og halda longri.

Eitt hald, sum heldur hitan

Hitatænastan er eitt slag av fyribyrgjandi viðlíkahaldi av hitaskipanini, sum ger, at tit í størst møguligan mun sleppa undan trupulleikum og óvæntaðum útreiðslum. Tað er einfalt, trygt og skilagott – serliga tá ið kalt er úti.

Tvey sløg at hitatænastu – eitt og sama endamál

Hitatænasta til hitapumpu

Árligt eftirlit og reinsing og tilkalling, um ólag er á.

  • Kanna lutir og skifta um slit er á
  • Reinsa filtur
  • Stilla temperatur á skipanini
  • Kanna um køliløgur er á
  • Eftirlitsmátingar
  • Máta og stilla temperatur
  • Kanna um sjónlig brek ella ólag er á
  • Kanna árliga raksturin

Kostnaður fyri eykalutir er ikki íroknað

Hitatænasta til oljufýr

Árligt eftirlit og reinsing og tilkalling, um ólag er á.

  • Kanna lutir og skifta um slit er á
  • Reinsa oljufýr og ketil
  • Gera eftirlitsmátingar og stilla oljufýr
  • Kanna oljupumpu og -trýst
  • Kanna termostatur og trygdartíð
  • Reinsa ketil/roykrør
  • Reinsa brennarahøvd og elektrodur
  • Reinsa luftinntak/luftveitir

Kostnaður fyri eykalutir er ikki íroknað

Kalt ella ólag á skipanini?
Ring 343500!

Um hitaskipanin er steðgað ella ólag er á, er gott at vita, at hjálpin er nær. Tað er ókeypis at ringja og fáa eitt hitatænastufólk á vitjan, um tú hevur hitatænastuhald. Ring á 343500.

Hitatænastan svarar

  • Gerandisdagar kl. 8-22
  • Í vikuskiftinum og halgidagar kl. 10-22

Fyrimunir

Fyrimunirnir eru mangir við at fáa sær hitatænastu og upp aftur fleiri við Effo sum veitara.

Tænastuveiting 365 dagar um árið

Er ólag á skipanini, so veita vit tænastu 365 dagar um árið. Tænastuveitingin er uttan meirkostnað og svarar allar yrkadagar frá kl. 8-22 og í vikuskiftinum og halgidagar frá kl. 10-22.

Optimalan orkuúrdrátt

Hitatænastan tryggjar, at tú fært fulla nyttu burturúr orkuskipanini.

Fjartænasta

Um ólag er á grønu hitaskipaninini, kunnu vit í nógvum førum rætta trupulleikan beinanvegin umvegis netið.

Regluligt eftirlit

Effo Hitatænastan ger regluligt eftirlit og sjálvandi er lógarkravda eftirlitið fevnt av okkara regluliga eftirliti.

Góðkendir orkutøkningar

Hitatænastan er mannað við útbúnum og góðkendum orkutøkningum.

Kring alt landið

Hitatænastan ferðast í hvønn krók í Føroyum alt árið.