Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Sethúsaolja
Tangabilførararnir hjá Effo koyra við olju nærum hvønn dag og í hvønn krók í Føroyum.
Munurin á sjálvvirkandi oljuáfylling og um tú bíleggur hvørja ferð
Sjálvvirkandi áfylling
Fyrimunirnir eru mangir við at stovna fasta áfylling.
- Altíð ókeypis veiting
- Eingin óvæntað rokning
- Effo ansar eftir at olja altíð er í tanganum
- Ókeypis prístrygd (olju fyri lægsta prís)
- Møguleika at tekna hitatænastuhald
- Fá oljuveiting sama hvar í landinum húsini eru
Bílegg olju hvørjaferð
Vert at vita, um tú ikki stovnar sjálvvirkandi áfylling.
- Veitingin tekur upp til tríggjar gerandisdagar
- Eykagjald à 250 kr. verður tikið fyri áfylling færri enn 500 litrar
Hví flestu sethúsakundar velja sjálvvirkandi áfylling og fast mánaðargjald
- Lagaligari gjaldstreytir Vit bjóða 25 dagar gjaldsfreist.
- Fast mánaðarligt gjald Við mánaðarligum gjaldi rindar tú oljurokningarnar í smáum.
- Ókeypis útkoyring Hvør oljuveitng er ókeypis, sama hvussu nógvar litrar vit koyra á.
- Hitatænastuhald Tú kanst tekna tær hitatænastuhald og nýtist sostatt ikki at gjalda fyri tilkalling og reins.
- Prístrygd Garanti fyri lægsta oljuprís. Tú fært okkara lægsta oljuprís 12 dagar fyri og eftir áfyllingin fór fram.
- Umhvørvisvinarlig koyring Við sjálvvirkandi áfyllingum kunnu vit leggja farleiðina hjá tangabilunum skynsamt til rættis.
Oljutangar
11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar. Kunngerðin skal tryggja, at tangar og rør eru góðkend, trygg og rætt uppsett – bæði til nýggj og eldri hús.
Er tú eigari at av einum oljutanga hevur tú ábyrgd av, at tangin er í lagi, er skrásettur hjá kommununi og at hann verður útskiftur sambært galdandi freistum.
Um tú skal hava ein nýggjan oljutanga, inni, úti ella undir jørð, kanst tú koma á bíðilistan hjá Effo við at skriva ella ringja til okkara. Eftirspurningurin eftir tangum er sera stórur og veitingartíðin er tí eisini sera long.

Hvussu nógva olju hevur tú eftir í tanganum?
Máta við tummastokki hvussu nógvir cm av olju eru eftir, so sært tú á skemanum hvussu nógva olju tú hevur eftir umleið.