Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Jarðhiti og hitapumpur
Ein hitapumpa frá Effo er meira enn ein hitapumpa – hon er lívæðrin í húsinum, sum býtir hitan javnt og støðugt runt í øll rúmini.

Kundi tú hugsað tær eina grøna hitaskipan?
Tú hevur longu tikið fyrsta stigið, sum er at fáa sær innlit í hvussu og hvat er at velja í millum. Tað kann tykjast fløkjasligt, men vit hava roynt at sett tað skilligt upp. Um tað er torført at fáa greiðu á kortini, kanst tú ringja ella skriva til okkara, so hjálpa vit.
Vel millum trý sløg
Jarðhiti
Jarðhiti er ein tann mest umhvørvisvinarligi, burðardyggi og orkueffektivi mátin at hita vatn og rúm upp uppá. Effo borar jarðhitaholið, sum síðani verður bundið í eina hitapumpu inni. Sostatt er eingin útieind. Snøgt og viðlíkahaldsfrítt!
- Fær hitan úr jørðini
- Livitíð upp til 50+ ár
- Hitar rúm og brúksvatn
- 5 ára trygd (við møguleika at leingja til 18 ár)
- Bara innieind
- 365 dagar hitatænastu
Luft til vatn
Ein luft til vatn-hitapumpa hitar vatn og rúm við orku, sum er vunnin úr luftini. Av tí at orkan kemur úr luftini, er ikki neyðugt at bora. Effo setur eina hitapumpu upp uttanfyri og eina inni, og knýtir tær saman. Og volá, eini fjálg hús og heitt brúsubað.
- Fær hitan úr luftini
- Livitíð upp til 15+ ár
- Hitar rúm og brúksvatn
- 5 ára trygd (við møguleika at leingja til 16 ár)
- Úti- og innieind
- 365 dagar hitatænasta
Ventilatión
Byggir tú nýtt, eigur tú at umhugsa eina ventilatiónshitapumpu – hon gevur tær hita og heitt brúksvatn við at endurnýta orkuna í innilufti. Húsini verða samstundis ventilerað, so tú fært eitt natúrligt luftskifti í rúmunum.
- Fær hitan úr inniluftini
- Livitíð upp til 15+ ár
- Hitar rúm og brúksvatn
- 3 ára trygd (við møguleika at leingja til 18 ár)
- Bara innieind
- 365 dagar hitatænasta
Jarðhitaskipanir
Thermia Calibra Eco
- Tann fyrsta jarðhitapumpan við umhvørvisvinarliga kølaranum – R452B.
- Stillar seg inn eftir tínum hitatørvi. Ein frálíkur heintleiki.
- Hevur tøkni, sum megnar at hita vatnið fyri sera lágan prís.
Thermia Atlas
- Flaggskipið hjá Thermia. Hevur tann nýggjasta á mest modernaða tøknina.
- Var ein av fystu jarðhitapumpunum við SCOP-virði > 6,0
- Er í einum flokki fyri seg. Friðalig og framleiðir heitt vatn, sum eingin onnur kann.
Thermia Mega
- Hitapumpan til vinnuna: Hvør lutur er hegnisliga sniðgivin og framleiddur, so hon kann rigga til ein hvønn vinnuligan tørv.
- Snúningsstýrdan kompressara
- Sera løtt at integrera og kombinera við aðrar skipanir.
Luft til vatn hitaskipanir
Thermia iTec Eco
- Bygt við invertertøkni til norðurlendskt veðurlag – orkusparandi virkni heilt niður í -25°C
- Køluevni R32 – ein meira umhvørvisvinarligur møguleiki enn vanlig køluevni til luft–til–vatn hitapumpur
- Góðan hitavatnskomfort
Thermia iTec XTR
- Kraftmikil og orkusparandi, eisini í sera køldum veðri
- Fráløpshiti upp til 75 °C og effektiv orkusparing niður í -25 °C
- Við náttúrliga kølievninum R290
Thermia Athena HC
- Serstakliga góð úrtøka til tín, sum ikki vilt geva eftir – hvørki í góðsku ella komfort. Still og sera effektiv
- Altíð heitt vatn í krananum við orkusparandi og skjótri upphiting
- Ein av stillastu hitapumpum á marknaðinum – eisini tá ið hon koyrir við fullari megi
Ventilatiónshitapumpur
ComfortZone
- ComfortZone ventilatiónshitapumpur hita bæði rúm og vatn við lágari orkunýtslu.
- Hóskar væl til nútíðarhús, har krøvini til bæði komfort og orkuskipan eru høg.
Ring til okkara og spyr um ymisku ventilatiónsloysnirnar hjá ComfortZone

Hitaskipanirnar frá Effo er svensk góðska
Jarðhitaskipanirnar frá Effo eru av svenska merkinum Thermia. Longu í 1923, tá ið fyritøkan bleiv til, vóru stovnarnir framman fyri sína tíð. Gjøgnum traditión og innovation hevur Thermia framleitt og ment lut fyri lut, til tað, sum vit í dag kenna sum hitapumpur. Tær eru ein av fremstu og bestu veitarum á marknaðinum, og so standa tær seg sera væl í harðbalað veðri okkara.
Hví skal eg fáa mær hitapumpu frá Effo?
Effo hevur meira enn 125 ár á baki og kennir orkutørvin hjá føroyingum betri enn tey flestu. Vit vita júst hvat skal til, so tað er trygt og fjálgt at vera kundi hjá okkum:
- Álítandi hitatænasta, sum er tøk 365 dagar um árið
- Kvik hitatænastufólk, sum loysa trupulleikan skjótt og væl
- Hjálpsom kundatænasta, sum svarar við einum smíli

Thermia Tryg
Tryggja hitaskipanina
upp í 18 ár
Hvat um okkurt brotnar ella hitapumpan gongur fyri? Stúr ei, tí tá ið tú keypir jarðhita ella luft til vatn hitapumpu frá Effo, fylgir ein trygging við, sum eitur Thermia Tryg. Tryggingin fevnir um alla hitapumpuna, sum hon er. Tey fyrstu 5 árini eru ókeypis og síðani kanst tú leingja tryggingina 1 ár í senn í upp í 18 ár fyri jarðhitaskipan og 16 ár fyri luft til vatn.


Serloysnir
Hevur tú eitt serligt ynski til hitaskipan?
Einkult ella samansett. Intergrerað og kombinerað. Í meira enn 125 ár hava vit veitt hitaloysnir. Einki er ov kalt til, at vit kunnu loysa tín orkutørv.
- íbúðarbygningar
- Býlingar
- Svimjihilar
- Virkir
Tove Kruse Samuelsen
Angrar ikki at hon skifti oljufýrið út við jarðhita
– Síðan vit fingu okkum jarðhita, hava vit merkt eina rættiliga stóra sparing. Um vit samanbera hitarokningarnar áðrenn og eftir jarðhita, so er sparingin umleið ein helvt. So avgerðin at skifta, vísti seg at vera meira enn bara umhvørvisvinarligt, tað er sanniliga eisini gott fyri pengapungin!





Hevur tú hoyrt um Hitatænastuna hjá Effo?
Um tú ert ella hevur verið oljukundi hjá Effo, so veitst tú kanska hvat Hitatænasta er. Tí vit hava nevnliga júst somu góðu tænastu til jarðhita og hitapumpur. Hitatænastan ger øll neyðugu eftirlit og er tøk 365 dagar um árið. Lættari og tryggjari verður tað neppa.
Les meira ella bílegg tær hitatænastuhald her.