Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Vindmyllur
Í góð 100 ár hevur Effo givið føroyingum orku – og tað byrjaði við Trappubrøðrunum, sum vóru fyrstir at seta ferð á. Vit vilja ganga undan, eisini tá tað snýr seg um varandi orku.
Hví eina orkulund
Við at framleiða enn meira grøna orku gerast vit meira sjálvbjargin og minni tengd av innfluttari olju. CO2 útlátið skal minka. Tað vilja vit í Effo gera og tað ynskja fleiri av okkara kundum eisini. Eftirspurningurin eftir burðardyggari orku er vaksandi og neyðugt er, at vit kunnu nøkta eftirspurninginum eftir grønari orku. Fólk og vinna seta sær høg mál innan burðardygd, og teimum mugu vit og ynskja vit eisini at eftirlíka.
Gellingarklettur
6 Vestas V117
Á Gellingarkletti hava vit reist seks vindmyllur, sum komu upp um várið 2022 og byrjaðu at mala summarið eftir. Við hesum myllum fáa vit grøna orku til ein fjórðing av allari elnýtsluni í Føroyum – tað svarar til orkuna, sum øll húsarhald í landinum brúka.
Vindmyllurnar eru av slagnum Vestas V117-4.2MW, og saman hava tær eina framleiðsluorku á 25,2 MW – grøn orka, sum røkkur langt.
Orka tilsamans
100 GWT


Eysturlund
Vestas V117 4,2 MW
Soleiðis eita vindmyllurnar. Hetta eru júst tær somu, sum okkara seks, sum roynast sera væl á Gellingarkletti. Við einum veingjaspenni upp á 117 m og við eini hædd upp á 91,5 m, eru tær tær størstu í Føroyum og standa tær stútt – eisini tá ið trái útsynningurin ger um seg. Orkulundin kann framleiða orku svarandi til 10% av samlaðu oljunýtsluni í Føroyum – á sjógvi og á landi.
Orka tilsamans
350 GWT
Á Mýrunum í Vestmanna
