+298 34 35 00

effo@effo.fo

Burðardygd

Sum orkufelag vilja vit veita føroyingum álítandi orkuloysnir og nútímans tænastur

Í Effo er burðardygd ein natúrliga partur av okkara strategi og virksemi

Tað er ein sjálvfylgja hjá okkum at arbeiða miðvíst við at menna semfelagið, við at betra um umhvørvislig-, samfelagslig- og fíggjarlig viðurskiftir.

Varandi orka

Effo hevur ein týðandi leiklut at flyta samfelagið í orkuskiftinum til varandi orku, og vit ynskja at økja um møguleikarnar hjá okkara kundum at keypa varandi orku.

Effo vil menna og flyta seg áhaldandi. Í hesum sambandi raðfesta vit varandi orku, sum vil menna samfelagið.

Samfelagslig skylda

Vit ásanna okkara samfelagsligu skyldu, og eru virkin í samfelagnum, sum vit virka í.

Vit samstarva við fleiri áhugabólkar, so vit øll kunnu gerast meira burðardygg.

Vit stuðla átøkum og tiltøkum sum virka fyri burðardyggari framgongd í samfelagnum.

Starvsfólkavælferð

Effo skal vera eitt professionelt og positivt arbeiðspláss har pláss og virðing er fyri øllum.

Starvsfólk eru okkara virðismiklasta tilfeingið. Effo leggur stóran dent á góða starvsfólkavælferð og trivnað.

Starvsfólk skulu trívast bæði fakligt og sosialt, og skulu kenna burðardyggu kósina hjá Effo. Saman, hava vit ábyrgd at røkka burðardyggu málum felagsins.

Gjøgnumskygni og ábyrgd

Vit fara regluliga at kanna og máta okkara menning innan burðardygd og seta mál fyri menningini

Fyri at tryggja at málini verða rokkin, er neyðugt javnan at ábyrgda okkum og rapportera til áhugabólkarnar.

Vit fara at samskifta opið og við gjøgnumskygni um okkara ídni, menning, avbjóðingar og avrik.

Framhaldandi framburður

Vit ásanna, at arbeiðið við burðardygd er ein áhaldandi ferð, og vit gera okkara fyri at framhaldandi menna okkara samfelag og virkisførleika. Umframt tað, fara vit at viðvirka til menning í virðisketuni og av áhugabólkunum. 

Fyri framhaldandi at betra um virkisførleikan og fyri at røkka málunum, er neyðugt við regluligari uppfylging.

Varandi vinna

Varandi Vinna er eitt netverk, ið hevur sum høvuðsendamál at skapa góðar umstøður fyri burðardyggari framleiðslu í Føroyum.

/Netverkið virkar fyri, at fyritøkur kunnu samstarva um førleikamenning og um at skapa betri karmar til burðardygd. Málið er, at føroyskt vinnulív raðfestir burðardygd og ger arbeiðið á ábyrgdarfullan hátt, har bæði umhvørvisliga og sosiala tilfeingið verður gagnnýtt við skynsemi.

“Vit eru sera fegin um at vera við í hesum netverkinum. Vit hava øll ábyrgdina av at taka okkum av umhvørvinum, sum vit eru partur av, og við hesum netverkinum viðvirkar økta fokusið á avbjóðingarnar, at mál og ætlanir verða framd fyri at koma á mál.”

Gunnar Nielsen

stjóri, Effo