Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Oljutangar
Skalt tú hava ein oljutanga? Keyp ein góðkendan og dygdargóðan tanga gjøgnum Effo.
Oljutangar
11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar. Kunngerðin skal tryggja, at tangar og rør eru góðkend, trygg og rætt uppsett – bæði til nýggj og eldri hús.
Er tú eigari av einum oljutanga, hevur tú ábyrgd av, at tangin er í lagi, er skrásettur hjá kommununi og at hann verður útskiftur sambært galdandi freistum.
Um tú skal hava ein nýggjan oljutanga, inni, úti ella undir jørð, kanst tú koma á bíðilistan hjá Effo við at skriva ella ringja til okkara. Eftirspurningurin eftir tangum er sera stórur og veitingartíðin er tí eisini sera long.

Trý sløg av tangum til sethúsaolju

Jørðtangi
Ein jørðtangi er gjørdur til at grava niður.
Mát
1.200 litrar: 95×175 cm
1.500 litrar: 95×225 cm
Tangin vigar uml. 170 kg.

Glasfipurtangi
Tangin er glasfipurklæddur og er væl egnaður at standa úti.
Mát
1.200 litrar: B:67 L:152 H157 cm
–
Tangin vigar uml. 170 kg.

Jarntangi
Jarntangin er málaður reyður og skal standi inni.
Mát
1.200 litrar: B:67 L:152 H157 cm
–
Tangin vigar uml. 170 kg.
Gott at vita
Tín tangi, tín ábyrgd
Hevur tú ein oljutanga á matrikklinum hjá tær, hevur tú ábyrgd av tanganum og somuleiðis av øllum viðlíkahaldi, ið viðvíkur tanganum. Ábyrgdin fevnir um øll rør, áfyllingarstað, ovurfyllingarskipan (floyta) og tangan sjálvan.
Effo tekur tó gleðiliga ábyrgd av oljuáfylling og eftirlit av ketli og oljufýring.
Nær skal oljutangin hjá mær skiftast?
Um oljutangin er í ringum standi, ella er ov gamal sambært kunngerðini um at fyribyrgja dálking frá oljutangum, skal tangin skiftast. Effo kann ikki meta um tangin er nóg góður, men er hann sjónliga í vánaligum standi, boða vit frá hesum, og kunnu ikki fylla olju á tangan. Les um nær tangin skal skiftast sambært kunngerðini her.
Hvussu beri eg meg at við at skifta oljutanga?
Bílegg her á síðuni. Tá ið oljutangin er klárur, ringja vit til tín, og levera tangan á bústaðin.
Veitst tú ikki hvønn oljutanga tú skalt velja, viðmæla vit ein 1500 ltrs jørðtanga. Oftast keypa fólk tó sama tanga, sum tey hava havt frammanundan.
Fyrimunur sum Effokundi
Fært tú fasta oljuveiting frá Effo, fært tú prísfyrimun, tá ið tú bíleggur oljutangan.
Ert tú ikki Effokundi, men kundi hugsað tær? Ring á telefon 343500.
Rør- og graviarbeiði
Effo ger ikki rør- og graviarbeiði, ið ofta skal til, tá ið ein oljutangi verður skiftur.
Olja eftir í gamla tanganum?
Eru nakrir litrar eftir í gamla oljutanganum? Royn og brenn oljuna liðna, áðrenn tangin verður skiftur. Tømir tú oljuna frá gamla tanganum í tann nýggja, er vandi fyri at dálkingin, ið sannlíkt hevur hópað seg upp í gamla tanganum, fylgir við í nýggja tangan.
Hvussu nógv olja er á tanganum?
Um tú ivast, hvussu nógv olja er eftir á tanganum, kanst tú peila tangan og brúka talvuna niðanfyri
1.500 litrar tangi
1.200 litrar tangi
| cm | Litrar eftir í tanga |
|---|---|
| 5 cm | 28 litrar |
| 10 cm | 78 litrar |
| 15 cm | 141 litrar |
| 20 cm | 214 litrar |
| 25 cm | 295 litrar |
| 30 cm | 381 litrar |
| 35 cm | 472 litrar |
| 40 cm | 566 litrar |
| 45 cm | 663 litrar |
| 50 cm | 750 litrar |
| 55 cm | 837 litrar |
| 60 cm | 934 litrar |
| 65 cm | 1.028 litrar |
| 70 cm | 1.119 litrar |
| 75 cm | 1.205 litrar |
| 80 cm | 1.286 litrar |
| 85 cm | 1.359 litrar |
| 90 cm | 1.422 litrar |
| 95 cm | 1.472 litrar |
| 100 cm | 1.500 litrar |
| cm | Litrar eftir í tanga |
|---|---|
| 5 cm | 26 litrar |
| 10 cm | 71 litrar |
| 15 cm | 130 litrar |
| 20 cm | 190 litrar |
| 25 cm | 263 litrar |
| 30 cm | 341 litrar |
| 35 cm | 422 litrar |
| 40 cm | 507 litrar |
| 45 cm | 592 litrar |
| 50 cm | 663 litrar |
| 55 cm | 762 litrar |
| 60 cm | 838 litrar |
| 65 cm | 917 litrar |
| 70 cm | 992 litrar |
| 75 cm | 1.061 litrar |
| 80 cm | 1.122 litrar |
| 85 cm | 1.171 litrar |
| 90 cm | 1.192 litrar |
| 92 cm | 1.200 litrar |
| – | – |