Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Keyp Effo Krússið og fá tær kaffi og aðrar heitar drykkir á øllum Effostøðunum – alt árið, ókeypis. Effo Kaffi er framúr gott kaffi, bryggjað við nýmalnum og vistfrøðiligum bønum.
Stórt ella lítið kaffihald
Líka sum í fjør, hoyrir eitt kaffihald til Effo Krússið. Tú kanst velja millum stórt og lítið kaffihald. Velur tú tað lítla kaffihaldið kanst tú fáa tær svart kaffi, espresso og kókað vatn. Um tú vilt hava atgond til allar drykkirnar, sum maskina bjóðar, skalt tú velja tað stóra kaffihaldið.

Lítið kaffihald
Til tín, sum drekkur títt kaffi svart og heldur, at cappuccino er ein býur í Italia.
799,-
Effokaffi
Espresso
Kókað vatn

Stórt kaffihald
Til tín, sum vilt hava allar drykkirnar,
sum maskinan bjóðar.
999,-
Effokaffi
Espresso
Kókað vatn
Flat White
Kaffilatte
Cappuccino
Kakaokaffi
Kakao
Kalda mjólk útí
Heita mjólk útí
Spurningar og svar
Kann eg fylla mær Krússið fullkomuliga óavmarkað?
Ja, tað kanst tú. Einaferð í 2026 fara allar Effostøðirnar at fáa nýggjar framkomnar kaffimaskinur. Tá fer tað at skula ganga ein tími í millum hvørja áfylling.
Hvat skal eg brúka kaffikotuna til?
Kaffihaldið, sum fylgir við keypinum av nýggja Effo Krússinum, skal aktiverast við kaffikotuni á Effo Appini og brúkast, tá ið Effostøðirnar fáa nýggjar framkomnar kaffimaskinur í 2026. Tú fært boð um hetta, tá ið tað nærkast.
Hvat skal eg vísa, tá ið eg heinti Krússið?
Tá ið tú hevur keypt, fært tú eina kvittan á teldupostin. Í kvittananini er eitt bíleggingarnummar. Tað skalt tú vísa fyri starvsfólkinum, so fært tú Krússið ella Krússini.
Kann Krússið bara keypast á netinum?
Ja! Krússið kann bara keypast á netinum, men skal heintast á tínari Effostøð. Tú velur hvørja á Effostøð tú heintar Krússið, tá ið tú keypir.
Hvat er munurin á stóra og lítla kaffihaldinum?
Við lítla kaffihaldið kanst tú fáa tær Effo Kaffi, espresso og kókað vatn.
Við stóra kaffihaldinum kanst tú fáa tær allar drykkir.
Kann eg so uppstiga til stóra kaffihaldið, um eg havi keypt mær tað lítla?
Ja, tað fert tú at kunna, tá ið nýggju framkomnu kaffimaskinurnar er komnar á Effostøðirnar einaferð í 2026.
Hví hava tit tvey kaffihald?
Fólk eru ymisk, og tað okkum dámar er eisini ymiskt. Tí hava sett saman tvey ymisk hald, so tú kanst fáa tað, sum hóskar best til tín.