Nýggj bátapumpa til bensin á Argjum 

Tørvurin á bensini til bátarnar er vaksin nógv seinastu árini, og tí er ein nýggj bátapumpa til bensin sett upp við bryggjuna á Argjum.  

Effo hevur nú sett eina bátapumpu upp á Argjum, so bátarnir kunnu fáa E10 bensin og bátadiesel+. Hetta fer at gera tað munandi lættari og tryggari hjá bátaeigarunum, tí nú kunnu teir bunkra bensin beinleiðis við bryggjuna.  

E10 bensinið verður at fáa stóran part av árinum, og tá veturin kemur og báturin skal leggjast, verður skift yvir til Oktan 98. 

Møguleiki er at gjalda við Effo kortið, og um stutta tíð eisini við vanligum gjaldskorti. Bátapumpan á Argjum er tikin í nýtslu, og fer at gagna nógvum bátaeigarum.