Vit vóru so heppin at fáa tveir flokkar frá búskaparbreytini á Kambsdali á vitjan. Endamálið var at greiða frá ymiskum sum vit arbeiða við og sum er viðkomandi fyri næmingarnar. Tey fingu innlit í hvat vit gera á Effo, hvussu marknaðurin sær út og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Harumframt bleiv greitt frá um roknskapin og marknaðarføringina. Tey fingu okkurt lætt til matna og so vóru nakrar kappingar og kanningar á skránni, sum næmingarnir dámdu sera væl.

Búskaparbreyt á vitjan
10. september 2019
Tíðindi
Effo styrkir virksemið í Danmark við keypi í Hirtshals
Effo hevur keypt Hirtshals Marineolie og Hirtshals Fiskernes Handelsselskab. Key…
15. september 2026
Nýggj bátapumpa til bensin á Argjum
Tørvurin á bensini til bátarnar er vaksin nógv seinastu árini, og tí er ei…
16. juni 2026
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Effo fer at byggja Føroya størstu orkugoymslu í Søldafirði. Verkætlanin fe…
4. juni 2026