Search by

Bensin gerst grønari

Títt blýfría bensin fer at eita E10. Komandi dagarnar fáa orkustøðirnar í Føroyum nýtt brennievni, sum er grønari. Effo í Klaksvík verður fyrsta støðin, og byrjar tann sølan 2. februar. Hetta brennievnið er E10, og er tað mest brúkta brennievni í Danmark. Brennievnið er tað sum vit kenna sum blýfrítt, men við bioetanol.

Endamálið við at veita kundunum bensin E10 er at veita grønari brennievni fyri at lækka um útlátið. Harumframt er hetta tað mest brúkta í londunum rundan um okkum, og krav til londini í ES. Tískil verður tað torførari hjá orkufeløgunum at fáa fatur á bensini uttan íblandingarevnið bioetanol.

Kann mín bilur nýta E10?

Tað stutta svarið er ja. Tey flestu bensindrivnu akførini í Føroyum kunnu nýta bensin E10. Sambært ES skulu allir nýggir seldir bilar í Evropa eftir 2011 kunna brúka E10. Tað eru nøkur fá akfør, sum ikki skulu nýta bensin E10. Hetta eru vanliga ellisakfør, sum eru eldri enn 1995. Eisini eru nakrar sláimaskinur og bátamotorar sum ikki kunnu nýta E10. Ert tú í iva um tín bilur kann brúka E10 brennievni, kanst tú lesa á www.drivkraftdanmark.dk ella nýta henda kekklistan.

Tað verður viðmælt at tøma tangan í so stóran mun sum møguligt, áðrenn E10 verður fylt á fyrstu ferð.

Nýggja bensinið hevur onga ávirkan á tey, ið nýta diesel.

Í komandi viku kemur nýggja bensinið. Fyrsta Effo støðin sum fær nýggja bensinið er Effo í Klaksvík. Síðani fer tað runt alt landið. Endað verður í Suðuroy í mars. Tað verður kunnað á støðini og á effo.fo nær tann ávísa støðin fær E10.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her