Search by

Búskaparbreyt á vitjan

Vit vóru so heppin at fáa tveir flokkar frá búskaparbreytini á Kambsdali á vitjan. Endamálið var at greiða frá ymiskum sum vit arbeiða við og sum er viðkomandi fyri næmingarnar. Tey fingu innlit í hvat vit gera á Effo, hvussu marknaðurin sær út og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Harumframt bleiv greitt frá um roknskapin og marknaðarføringina. Tey fingu okkurt lætt til matna og so vóru nakrar kappingar og kanningar á skránni, sum næmingarnir dámdu sera væl.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her