Effo nýggjur stórstuðul hjá HSF
27. apr. 2021Hondbóltssambandið og Effo hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har orkufelagið verður ein av stórstuðlunum hjá HSF komandi hálvtriðja árið.
Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Janus Thomsen, stjóri í Effo, hittust í høvuðsætinum hjá Effo á Óðinshædd 5 í dag, har sáttmálin var undirskrivaður. Effo verður hervið ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á klæðunum hjá landsliðunum.
Til sáttmálan viðmerkir Janus Thomsen,
– Vit í Effo eru eitt føroyskt orkufelag og virka í føroyska samfelagnum. Tískil vilja vit fegin stuðla og samstarva við feløg, sum á ein ella annan hátt kunnu gagna samfelagnum. Føroyskur hondbóltur hevur verið ógvuliga eyðsýndur seinastu árini og hava úrslitini eisini verið góð. Eins og spírin er partur av okkara búmerki, vilja vit fegin verða við til at tryggja góð gróðrarlíkindi hjá hondbóltinum fyri bæði ung og vaksin í Føroyum.
-Gunn Ellefsen fegnast um sáttmálan. Effo er ein av stóru fyritøkunum í Føroyum, og er tað av alstórum týdningi at hava góðar stuðlar, sum eru við til at støðugt tryggja okkara virksemi. Nógvar spennandi og krevjandi uppgávur liggja fyri framman og síggja vit fram til samstarvið við Effo, tí sum tað so væl verður lýst á heimasíðuni hjá Effo, ”vit orka betur í felag.”
Sáttmálin er galdandi til og við 2023.