Effo stuðlar nýggjari eSport deild
12. okt. 2020Í næstum verður ein nýggj kappingardeild stovnað í Føroyum. eSport Føroyar og Effo hava undirskrivað sáttmála um, at Effo Deildin fer at verða uppreist aftur, tó í øðrum skapi enn vit áður hava kent til.
Talan verður hesuferð um, at Effo Deildin verður í eSport greinini “League of Legends”.
Vøksturin í nýggja e-ítróttinum er sera stórur, har flest øll ungu kenna til eSport. Fyribrigdi eSport er sera stórt í umheiminum, og seinastu árini hava føroyingar fylgt væl við í rákinum við millum annað við kappingardeildini í CS:GO, Elektron Deildin. League og Legends spælið er mest spælda spælið í heiminum, sum nú fer at hava sína egnu deild í Føroyum nevniliga Effo Deildin.
Vera har tey ungu eru
Endamálið við samstarvinum millum Effo og eSport er, at Effo ynskir at vera við til menningina av eSporti í Føroyum, og sum veruliga hevur tikið dik á seg seinastu árini. Tað verða skipaðar ymsar kappingar innan eSport í Føroyum, og tey ungu leggja stóran dent á at hava tiltøk at fara til um vikuskiftini. Effo Deildin hevði sín uppruna í Fótbólti, og var navnið á bestu deildini í árunum 2012 til 2017. Nú verður Effo Deildin heitið á fyrstu League of Legends kappingardeildini.
At Effo stuðlar eSport í Føroyum, hevur Rúni Winther Johnsen hesi orðini at leggja avtrat: “Vit eru ovfarin og sera glað um, at Effo kemur inn í eSport. At hava møguleikan at seta á stovn eina nýggja kappingardeild her í Føroyum, fer at gagna teimum ungu sera nógv, og gevur teimum fleiri møguleikar at iðka og virka innan eSport. Seinastu árini hava vit fingið sera nógvar fyrispurningar um at fyriskipa fleiri kappingar í spælinum League of Legends, og við sáttmálanum við Effo megna vit at gera betri enn so; vit megna at stovna bestu deild í League of Legends í Føroyum.”
Hvat er League of Legends?
Spælið er sera nógv spælt av Føroyingum, og verður mett sum ein av teimum størstu eSport spølunum í Føroyum, saman við CS:GO, Dota 2 og Fortnite. Spælið er av slagnum MOBA (Multiplayer Online Battle Arena), ið merkir, at tað eru tvey lið, ið leika ímóti hvørjum øðrum, har tey skulu vinna strategiskt og taktiskt spæl. Spælið verður mett til at verða heimsins mest spælda eSport spæl kring heimin.
Kappingin ferð at fylgja altjóða reglugerðum, og verður lætt at fylgja við hjá øllum, eisini teimum ið ikki kenna til spælið frammanundan. Dystarfrásøgnir verða livestroymaðar, umframt at annað tilfar verður framleitt og lagt út við jøvnum millumbili.
Fyrsta kappingarárið í Effo Deildini 2020, Sesong 1, varðar fram til 20 desember 2020.
Kappingin byrjar í endanum av oktober mánaði, og endar í desember. Neyvari kunning kemur í næstum. Eitt er tó vist: Vinningarnar verða størri enn nakrantíð áður.