Effo verður nú munandi meiri grønt
8. apr. 2021Effo og Vindrøkt hava vunnið útboðið um vindmyllulund á Gellingarkletti. Effo og Vindrøkt handaðu herfyri eina umsókn til Orku um el-framleiðslu á Gellingarkletti 29. mars.
Umhvørvisstovan hevur í dag, 8. apríl góðkent umsóknina hjá Effo og Vindrøkt um at seta 6 vindmyllur av slagnum Vestas V117 – 4.2MW upp á Gellingarkletti.
Nýggja vindmyllulundin fer at framleiða orku svarandi til El-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og svarar hetta til uml. 26% av samlaðu el-framleiðsluni í Føroyum.
Samlaði framleiðslumátturin er 25, 2 MW og kann vindmyllulundin væntandi framleiða 100GWT árliga.
Vindmyllurnar væntast at verða settar upp longu í heyst og vindmyllulundin vera í rakstri og framleiða grøna orku í november 2021.
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt fegnast um at felagið vann útboðið. ”Hetta er eitt risa fet fyri Føroyar á grønu kósini, tí hetta svarar til eina oljusparing á uml. 19.000 tons av olju.”
Stjórin í Effo, Janus Thomsen, fegnast somuleiðis um tíðindini í dag.
”Sum orkufelag ynskja vit at viðvirka til at føra Føroyar fram á grøni leiðini, og harvið minka um okkara veðurlags- og umhvørvisárin.” Tí fegnast vit um at hava vunnið útboðið, og eru sera spent uppá at fara í gongd við verkætlanina. Endamálið hjá okkum er at veita føroyska samfelagnum orku, so hetta er eitt stórt stig á røttu leiðini” sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.