Effo við nýggjari app
25. feb. 2021Nú verður enn lættari at fylla brennievni á bilin, tí í dag, 25. februar, gevur Effo eina app út, ið kann nýtast í sambandi við áfylling av bilinum.
Higartil hevur verið vanligt, at fólk rinda fyri brennievni inni í handlinum ella við gjaldskorti úti við pumpurnar.
Nú ber til at rinda við Effo appini. Tað vil siga, at tú velur tað pumpuna tú stendur við, velur bensin, diesel ella Ad-blue, fyllir á, og koyrir avstað – gjaldið verður sjálvvirkandi trekt av tíni konto.
”Vit eru sera glað fyri at hava fingið ment Effo appina, sum víðkar um tænastuna til kundarnir”, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
Effo appin er ókeypis og kann takast niður á AppStore og GooglePlay.
Appin, ið er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, er ment í Føroyum av føroyskum veitarum.