Føroyameistarin í Effo Deildini funnin
29. des. 2020Finalan í Effo Deildini í eSporti varð leikt 28. desember 2020. Spælt varð í spælinum League Of Legends og við í finaluni vóru liðini Tenacious Gaming og TikTok Terrorists. Tað varð liðið TikTok Terrorists, ið bleiv føroyameistari. Leikararnir á liðnum eru Magnus F. Lamhauge, Kristin Rønne Olsen, Rúni Lave, Heini Sjóvará, Sámal Fagraklett og Aleksandur Christensen.
Finalan varð hildin í høvuðsbygninginum hjá Effo á Óðinshædd. Hetta er fyrstu ferð eitt kappingarár við spælinum League Of Legends er í eSporti í Føroyum. Finalan varð leikt uttan áskoðarar í hølinum hesaferð, men bleiv stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá eSport og Twitch, so áhugaðið kundu fylgja við.
16 lið meldaðu seg til kappingarárið, harav vóru 8 lið sum komu við í Effo Deildina og 8 lið í 2. Deild. Kappingin byrjaði 3. november og bólkaspælið hevur verið leikt í 14 umførum, har liðini hava leikt ímóti hvørjum øðrum tvær ferðir. Semifinalurnar vóru leiktar 21. og 22. desember har Tenacious Gaming vann á No Clue og TikTok Terrorists vann á Xaroe.
Spælið verður mett at vera heimsins mest spælda eSport spæl kring heimin, og eisini í Føroyum er spælið væl móttikið, tí mett verður at um 1000 føroyingar eiga og spæla Leauge Of Legends.
Effo ynskir TikTok Terrorists hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum.